Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá forfólkaumfarinum í Kringvarpinum | Mynd: KVF skíggjamynd

Norðlýsið tippar: Hetta fer valstríðið at snúgva seg um

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.03.2026 - 10:00 Leiðarin Politikkur

Fleiri broytingar verða í løgtingssamansetingini eftir valið, men nøkur evni fara heilt víst at ganga aftur. Samgongan legði frá sær í úrtíð, og tí duttu mong mál niðurfyri, harav nøkur verða tikin uppaftur, meðan onnur sleppa at liggja. Okkurt nýtt mál verður eisini tikið upp.

 

 

Hesir gomlu travararnir vera heilt víst við:

Stórmálið Suðuroyartunnilin fer at fylla nakað. Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin eru intaktir í tí málinum og vilja fylgja tunlinum til tað síðsta, meðan hinir stóru flokkarnir og ein av teimum smáu ganga í bólkum. So her er lagt í pottin til lívligt kjak.

Lestraríbúðir, serliga tær á Eirargarði í Tórshavn, fara heilt víst at verða umrøddar. Verkætlanin er komin í álvarsaman mótvind, tá hon – sum flestu almennu byggiverkætlanum so líkt – verður nógv dýrari og fer at taka nógv longri tíð enn mett.

Haldføri verður við, og har vita vit longu, hvussu kjakið fer at síggja út. Andstøðuflokkarnir fara at harta samgonguflokkarnar fyri at hava havt 9-ciffrað undirskot á hvørjum ári, meðan samgonguflokkarnir vera í verjustøðu. Sambandsflokkurin fer at egna við hægri blokkstuðuli, men fær neyvan hinar flokkarnar við uppá tað. Møguliga undir samgongusamráðingum, men ikki í valstríðnum.

Á sama hátt fer Miðflokkurin at trumla fram við abortmálinum, men fær neyvan aðrar flokkar við uppá at rulla lógina aftur. Hinvegin kann hann fáa broytingar í henni; tað er gjørt lætt við, at lógin ikki kemur í gildi fyrrenn í juli.

Hyggja vit at valstríðnum við Norðoyabrillum, so eru nøkur evni, sum valevni í Norðoyggjum fara at royna við. Tað verður fyrst og fremst fiskivinnan, og har kann roknast við, at valevni í Norðoyggjum fara at lova 12-ára loyvistíð av fiskirættindum, og so kann hugsast, at kjakið um fiskidagar kontra kvotur fer at blussa uppaftur.

Fast track-skipanin er eitt upplagt evni, har migratión, integratión fara at verða sett upp ímóti skjótu atgongdini hjá vinnuni til arbeiðsmegi. Og tað fer í valstríðnum uttan iva at verða knýtt at spurninginum um átrúnað (les: islam) í Føryoum.

Tjóðarsemjan fer at verða eitt evni sum fyllir í valstríðnum, har bert Sambandsflokkurin er ímóti og so mugu vit síggja um tað eisini fer at merkja at B verður í andstøðu komandi valskeið. 

 

Hvat nýtt?

Eitt nýtt og áhugavert evni, sum kann hugsast at fara at fylla nakað (ella nógv) í Norðoyggjum, er spurningurin um undirsjóvartunnil millum Borðoy og Kalsoy, sett upp ímóti at gera nýggja ferju til siglingina oyggjanna millum. Og man ikki onkur fara at skjóta upp, at bummgjaldið í Norðoyatunlinum skal fíggja báðar framyvir, saman við væntaðu útreiðslunum til ferjurnar?

 

Hvørji fara ikki at fylla?

Nøkur mál, sum fjølmiðlarnir fara at taka upp, men valevnini neyvan fara at koma við sjálvi, eru 37-tíma arbeiðsvikan og hægri pensjónsaldur. Andstøðuflokkarnir vilja ikki vita av teimum, og samgonguflokkarnir megnaðu ikki at levera og kunnu tí illa lova tað sama umaftur – tí hví skuldi veljarin trúð tí nú, tá man onki gjørdi við tey í tey 3 árini og 2 mánaðirnar, man kundi? Russlandssáttmálin fer neyvan heldur at verða tikin upp í valstríðnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival