Lýsing
Lýsing
Lýsing

Reint vatn til fjarskotnar bygdir – føroyskt samstarv veksur í Grønlandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.03.2026 - 14:56 Tíðindi Vinna

Tá fyrstu RO-skipanirnar frá KJ komu til Grønlands í 2025, var talan um eitt týdningarmikið stig fyri vatnveitingina í fleiri smábygdum. Føroyska fyritøkan KJ vann tá útboðið at veita fimm RO-skipanir til Nukissiorfiit, og SMJ stóð fyri projekteringsarbeiðinum og útboðnum.

 

Hetta er ein sólskinssøga, har miðvíst arbeiði frá føroyskari projekteringsfyritøku viðførir at ein føroyskur veitari hevur møguleika at luttaka í útboðum, og í hesum føri eisini vinnur útboðið, í harðari kapping við útlendskar veitarar. Nú, eitt ár seinni, er samstarvið víðkað – fleiri skipanir eru á veg. Í vikuni skrivaðu Nukissiorfiit og KJ undir sáttmála fyri tríggjar RO-skipanir afturat til Grønlands, har ein av skipanunum fær fast stað í einari av mongu bygdunum. 

Í einum landi, har bygdirnar kunnu vera fjarskotnar og ofta torførar at koma fram til, er reint vatn ikki altíð ein sjálvfylgja. Tá er RO tøknin sera góð til endamálið at reinsa sjógv til reint drekkivatn. Veðurlag, frástøða og avmarkað infrakervi gera, at nýhugsandi loysnir eru neyðugar. Tí eru RO-skipanirnar sera væl egnaðar til grønlendskar umstøður. Eindirnar eru lættar í vekt, soleiðis at tær kunnu flytast við tyrlu beinleiðis til smáar og fjarskotnar bygdir. Hetta ger tað møguligt at tryggja vatnveiting har sum hvørki vegir ella havnir gera tað lætt at flyta størri skipanir og útgerð.

RO-tøknin reinsar sjógvin og ger tað trygt at drekka, og drekkivatn er ein grundleggjandi treyt fyri heilsu og trivnaði. Fyri familjur í smáum bygdum merkir tað størri trygd í gerandisdegnum og betri lívskor. Nýggja avtalan í 2026, sum Nukissiorfiit og KJ hava gjørt, er tí meira enn ein handilslig avtala. Hon er ein íløga í fólk, í heilsu og í framtíðina hjá grønlendskum samfelagnum – og samstundis eitt dømi um, hvussu føroyskur kunnleiki kann gera mun í Norðuratlantshavi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…