Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimur, hvussu livir tú?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.03.2026 - 14:03 Mentan Tíðindi

Fyri tíggjundu ferð verður kvinnudagurin hátíðarhildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við einum samfelagsliga viðkomandi tiltakið. og fyri fimtu ferð skal ein Brita kjósast. Í ár kallast tiltakið 'Heimur, hvussu livur tú?'

 

 

 

Sunnudagin 8. mars letur Mentanarhúsið dyrnar upp kl. 14, men tiltakið sjálvt er frá kl. 15 - 17, og síðan verður møguligt at síggja hondbóltsdystin móti Portugal saman við øðrum kvinnum.

Solby Christiansdóttir er orðstjóri og fer at leiða gløggar kvinnur í sofakjakum um viðkomandi evni við støði í dagsins samfelag og avbjóðingum. Harumframt fáa vit kveikjandi hugleiðingar frá Anne Mette Greve Klemensen, presti, og Rønn Eliasen, mentanarleiðara.

Í ár vera tað okkara allarbestu Lena & Niclas, sum syngja og spæla, vit skulu ikki snýtast fyri skemt við Elisu Vang, og ársins Brita verður kosin! Niels café letur upp tíðliga, so tit kunnu keypa okkurt søtt og gott til góman, áðrenn tiltakið byrjar.

Tiltakið tekur útgangsstøðið í einum heimi í brotasjógvi, har miðlameldurin úr skíggjunum varpar ljós á ræðuleikar um allan heim, við dagligum nýggjum ræðusøgum um Trump, Putin og Epstein. Hvat ger hetta við okkum sum menniskju? Við felagsskapin? Við demokratisku spælireglurnar og stríðið fyri javnstøðu? Í fyrra sofakjakinum luttaka m.a. Berlys Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla og Svanna Jákupsdóttir, sálarfrøðingur.

Men vit fara eisini inn í eitt kjak um umsorgan og búskapin. Eitt øki undir stórum trýsti, tí tørvurin økist, hendur mangla og sparingar hótta. Men ber til at skipa okkara búskap og førda politikk uttan at taka neyðuga hædd fyri tí, sum heldur lív í samfelagnum? Eru íløgur í umsorganarbúskapin ikki júst íløgur í framtíðina? Í seinna kjakinum luttaka Elsa Berg, borgarstjóri, Katrin Kallsberg, lækni og fyrrverandi politikkari, og Barbara Gaardlykke Apol, samfelagsfrøðingur.

Tá tiltakið sjálvt er liðugt, vísa vit hondbóltsdystin millum kvinnulandsliðini úr Føroyum og Portugal, sum verður spældur í Portugal kl. 17 føroyska tíð. Tað verður stuttligt at hyggja eftir okkara framúrskarandi hondbóltskvinnum saman við fleiri øðrum kvinnum.

Ókeypis bussur koyrir úr Havn og aftur. Hann fer av Bursatanga kl. 13.45 og úr Fuglafirði beint eftir hondbóltsdystin, væntandi millum kl. 18.15 og 18.30.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vel ein Hermann 26. mars!
Flogbóltur: Avgerandi dystur í Badminton…
Heimur, hvussu livir tú?
Upptøka á vallista umvegis Vangan
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…