Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur stjóri í Terminal.fo

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.03.2026 - 11:43 Tíðindi Vinna

Terminal.fo hevur sett Levi Nybo í starv sum stjóra. Levi hevur seinastu 17 árini arbeitt á Føroya Tele, sum vinnuráðgevi og við ábyrgd av terminaløkinum. Við Levi og hansara drúgvu royndum innan gjaldsøkið, styrkir Terminal.fo um leiðsluna og leggur dent á víðari menning og vøkstur komandi tíðina.

 

 

Levi er kendur fyri sítt arbeiðssemi og avbera góðu kundatænastu - vit eru takksom fyri, at hava fingið Levi til stjóra, sigur Jaspur Langgaard, stjóri í Kodio, sum eigur Terminal.fo

Sum stjóri, fær Levi ábyrgd av dagligu leiðsluni, strategisku menningini og at tryggja, at Terminal.fo framhaldandi veitir tænastur og loysnir á høgum støði til kundar og samstarvsfelagar. Levi Nybo sigur sjálvur: – Eg gleði meg at taka næsta stigið saman við dugnaliga toyminum á Terminal.fo. Vit hava eitt gott grundarlag at byggja víðari á - og eg síggi stórar møguleikar fyri framhaldandi menning og vøkstri. Terminal.fo er ein føroyskur heildarveitari av gjaldsloysnum og er partur av Kodio samtakinum. Við setanini av Levi Nybo, tekur Terminal.fo eitt týðandi stig í víðari menningini av felagnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…