Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jósef í brunninum

SKRIVAÐ: Jóhannes M. Olsen  |  04.03.2026 - 05:13 Lesarabrøv Mentan

 

Jósef sonur Rakul og Jákup, føddur meðan faðirin enn var í tænastu hjá Laban mammubeiggjanum 1.Mós, 30,22-25.  Jósef verður umtalaður tá faðirin flýggjaði, 33, 2. 7. síðan fyrst aftur tá í hann var 17 ára gamal.  Brøður hansara hataðu Jósef, teir irriteraðust av dreymum hansara og mislíkaðu faðirin Jákup fyri at gera slíkanmannamun ímillum brøðurnar við sínum forkærleika fyri Jósef. 37,2-11.

Einaferð sendi pápin hann frá Hebron til Sikem, fyri at kanna hvussu tað mundi gangast brøðurunum har sum hirðaansarir.  Hann hitti teir í Dotan. Við tað sama teir fingu eyga á hann avgjørdu teir at taka hann av lívi.

       Men bróðurin Rubin fekk steðga ætlan teirra, so teir ístaðin tóku av honum fína kyrtil hansara og tveittu hann í ein vatnleysan brunn.

         Brátteftir kom ein karavan av Ismalittiskum keypmonnum framvið og ein av brøðrunum Juda, fyrislóg at selja Jósef. Tað bleiv eisini gjørt ímeðan Rubin var fráverðandi. Kyrtil hansara dryppaðu teir í  blóði av einum geitarbukki og sendu hann til Jákup faðirin, sum helt sonurin var sundurskræddur av rovdjórum og syrgdi hann sum deyðan 37,12-35.

          Men so galið var álíkaval ikki hent, at Jósef var vorðin lívleysur, ”nei” við at grava eitt hakaðstik djúpari, sum 9 ára gamli abbasonur okkara kom syngjandi við inn ígjøgnum  úthurðini við henda ávísa dagin og var spurdur um orðini í mundu hoyra til nótan svaraði hann, sangurin var lærdur í skúlanum henda fyrrapartin í einum kanadiskum barnaskúla við 1000 børnum, handlaði um”Digg diper”. Sum var yvirskráðin fyri undirvísingina eftir summarfrítíðina, ein gjøgnumgongd av NT og at enda komin. Hvat hevur hetta við omanfyri umrøtt at gera? Jú, ´sambært yvirskriftina um Jósef í brunninum og karavanin í kom framvið gerst hetta fyri mær sera áhugavert í karavanini sigst manningin  vera ismalittiskir keypmenn, og kunnu  møguliga hava við Jósef at gera? Hóast rimiliga langa bústaðarlongd frá hvørjum øðrum. Átrokandi spurningur mín, er talan um ættarbond her? Ymiskt tíðir uppá tíðlíkt. Undirtónin ella kenslan sigur mær, tað at ditta seg til at umrøða slíkt stoff kemur mær fyri líkist rúgvuni av manualum, tekningum í ein var bundin til allan túrin fyri at øll hjúl o.a. kundu mala, so skaparins gávur í milliardum av krónum og mongd av tonnsum, kundi fyrst og fremst falla til land og fólkisins landskassa.

           Spurdi einaferð ein skipara hvussu tað gekst og hevði hilnast í árinum, svari var ”nei ikki nakað serligt” helt fyri við hann, lova mær næstuferð tú kastar, trol ella nót at hugsa um allar tær húsagrundir, veggir gólv loftir tøk og liðugtgerð av húsinum, sum nú hýstu konu,mammu og børnum - komandi ættarliði, virðir í tølum illa ella als ikki kunnu setast á. Henda vinnugreinin hevur yvirstórt avkast og aktiverar fjøld av kvinnum og monnum á landjørðini eiga bæði kvinnur og menn bróðurpart í, at samfelagið kann hava fungera til tíðir væl og aðrar tíðir alt annað har okkara grundvøllur og samfelag kennir seg rist.  

Omanfyri nevnda karavanin íð er manna við Ismalittiskum keypmonnum hvørjir eru teir?  Manualin sigur m.a. 1.mós.25, eftir hann hevði mist Sáru konu sína, fann sær eina aðra, Ketura nevnd,hon føddi honum synir men samtíðis lesa vit her, at Abraham gav Ìsak alt tað hann  átti:” Men sonunum íð Abraham átti  við hjákonum  sínum, teimum gav hann gávur og læt teir, meðan hann livdi sjálvur, flyta burtur frá Ìsaki, syni sýnum, eystureftir, til eysturlanda.”   1,mós.kap.16 lesa vit v. 15 Hagar átti Abrami son, og Ábram gav syninum navni Ísmael, í v. 12, lesa vit, hann skal vera eitt villesil av einum menniskja; hond hansara skal vera ímóti øllum og hvørsmans hond ímóti honum og hann skal liggja í stríð við allar brøður sínar”.

              Eitt felags orð ímillum Bíbilins menn um omanfyri nevndu er oyðumarkar-synirnir, eftirsum Ìsak og  ismael tykjast eisini vera eysturlanda synir tí teir búðleikast har. Bíblian, manualur okkara, nevnir ikki sørt um hetta, tá hon sigur frá vísmonnum í álit á eina stjørnu teir høvdu uppservera í eysturlandi og í trúgv og álit á stjørnuna navigeraðu seg sjálvar til krubbuna í Betlehemsfjósinum og bóru ikki hissini gávu við sær gull, roykilsi og myrru. Tað er sum hjarta mítt illa tolir meira, tí eg og fleiri kvinnur og landsmenn okkara gera tað sama, vit hava ein ávísan kunnleika um lívsins ríka Gud tín og mín. Lat okkum framdeilis ger hann til kennar í Føroya landi. Jú, mær tykir møguliga ættarbond kunnu vera ímillum hann  í bruninum og ismalittarnar í karavanini, stórur møguleiki er fyri at her er fyrst og fremst talan um eina starvslýsing fráhimmalska faðir okkara til ein av heimsins størstu leiðarum við búðstaði í Egypt tykist vera løgin starvslýsing tá huga verður um svari uppá hvar hevur tú lisið og arbeitt og hvat sigur tú um teg sjálvan. ´i mun til Jósef kundi passandi svar mítt verði, ein spegil er ikki hvat hann hevur verið.       

 

Jóhannes M. Olsen

 

          

            

               

 

               

                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                             

                       

 

       

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…