Lýsing
Lýsing
Lýsing
Regin Jacobsen á stjóraskrivstovuni á Glyvrum | Mynd: Jóhann Lützen

Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á Strond

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.03.2026 - 09:57 Tíðindi Vinna

Við útbyggingini á Strond kann Bakkafrost hava 2 ”batches” koyrandi parallelt í mun til eitt batch í dag, og tað fer at gera stóran mun fyri fiskavælferðina, sigur Regin Jacobsen, stjóri, við Norðlýsið um ætlaðu útbyggingina hjá fyritøkuni norðuri á Strond

 

Norðlýsið vitjaði hjá Bakkafrost á Glyrum í seinastu viku. Ørindi okkara vóru at frætta um gongdina hjá alirisanum. Regin Jacbsen var sum vant sera væl upplagdur og greiddi frá við eldhuga um allan aktivitetin hjá Bakkafrost. Burturúr komu fleiri greinar, sum vit leggja út á heimasíðuna hesa vikuna. 

 

Regin Jacobsen greiðir soleiðis frá, tá vit hava spurt hann, hvør trupulleikin er við tí einstøku startlinjuni á Strond: –”Ein startlinja fungerar soleiðis, at tá rognini koma inn, so fara tey fyrst í nakrar bakkar, har tey klekjast. Bakkarnir eru rektangulérir og á stødd við eitt stórt uppvaskifat, og bakkin er innrættaður sum eitt slag av kunstigari á. Tá fiskurin so kemur úr rogninum, vigar hann 0,15 gram. Tað merkir, at tú mást hava 7 fiskar fyri at koma upp á 1 gram. Fyrstu tíðina hevur hann ein sekk og liggur bara har í bakkanum og mennist, herundir lærir at svimja. Fiskurin megnar nevniliga ikki at svimja, beint eftir at hann er komin úr rogninum. Hann liggur bara fyrstu tíðina.

Tá fiskurin í hasari støddini verður stressaður, so doyr hann vanliga. Fiskurin vigar niðan fyri 1 gram, og um hann liggur á botninum og fær toknubruna, so vil tað typiskt viðføra, at vit fáa eitt felli. Tað kunnu til dømis vera 10%, sum doyggja upp á nakrar fáar dagar. Aðrir fiskar, sum fáa toknubruna, yvirliva, men teir trívast ikki líka væl, tí toknurnar ikki upptaka nokk av oxygeni. Man kann samanbera tað við, at ein persónur við vánaligum lungum neyvan hevði blivið ein marathon-rennari.

Tú kanst yvirliva, men ert eitt sindur skerdur. Skerdar fiskar kunnu vit onkuntíð síggja. Tað merkir, at um alt ikki er topptunað, so kanst tú lættliga síggja skerda fiskavælferð yvir tíð. Tað, sum vit nú gera á Strond, fer at bøta munandi um fiskavælferðina.

Fyrstu tíðina í bakkanum slær ur-instinktið hjá laksinum til. Hóast genini ganga kanska 70 ár aftur, so hevur hann kortini eitt fruminstinkt, sum ger, at hann gjarna vil krógva seg. Honum dámar best, tá tað er myrkt, og lok er yvir bakkan. Um tað verður tendrað og lokið tikið av, so gerst hann óróligur og stressaður. So tað er í grundini rættiliga nógv fiskapsykologi, sum vit brúka.

Tá ið hann hevur ligið har í ein mánað og hevur fingið meira skap sum ein fiskur og byrjar at duga at svimja, so verður hann koyrdur yvir í nøkur kør, sum eru á stødd við 5 fiskakassar à 1.000 litrar. Í fyrstuni leggja teir seg í botnin á karinum, og tá er fiskurin øgiliga sárbærur. Teir fáa pulvur-mat í fyrstuni, men avbjóðingin er, at teir ikki vilja upp til yvirflatuna. Niðri á botninum kann fiskur lættliga fáa bruna í toknirnar, sum hevði svarað til lungnabruna hjá menniskjum.

Tað er ein øgiliga hárfín javnvág millum yvirlivilsi hjá fiskinum, og at ein øgilig rúgva doyr. Tað má tí vera nokk av kvadratmetrum á botninum, ið vil siga ikki ov nógvir fiskar saman. Tað er tað kvadratmetratalið á Strond, sum vit hava manglað. Tí mugu vit byggja eina høll afturat til startfóðring, soleiðis at vit kunnu hava tað dupult – tveir bólkar ella ”batches” inni í senn.

Tá fiskurin so fer til víðari vøkstur – vigar kanska eini 5 gram – so kanst tú sortera. Um nakrir fiskar eru, sum ikki eru vaksnir líka væl, so kanst tú koyra teir yvir aftur í hina høllina. Tá ein nýggjur bólkur sum kemur niður úr rognunum, so verður onnur høllin tóm, og so kanst tú brúka aðra høllina til fiskar, ið verða sorteraðir aftur. Tað kunnu vit ikki í dag; nú noyðast vit antin at burturbeina fiskin ella senda hann ósorteraðan víðari. Tað merkir bland í støddum, so hetta er munandi betri”, endar stjórin á Bakkafrosti, Regin Jacobsen, samrøðuna við at siga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar