Slystekan Zelus renardii skrásett í Føroyum
Hin 15. november 2025 fekk Biofar eina teku frá einum matvøruhandli. Slagið vísti seg at vera Zelus renardii. Hetta er sostætt fyrsta skrásetingin fyri Føroyar av bæði slagnum og ættini (Reduviidae) hon hoyrir undir.
Tekuslagið Zelus renardii stavar upprunaliga úr vestursíðuni av norðamerka og miðamerika, men hevur spjatt seg til Evropa. Útbreiðsluøkið í Evropa er mest við Miðjarðarhavið, tí er ósanlíkt at tað kann fáa fótin fyri seg heima hjá okkum.
Hetta slagið verður ikki mett sum skaðadýr. Tað er eitt rovdýr, sum liggur í slys eftir smádýrum so sum blaðlús og gulleyga. Tað loypur á og heldur fast í fonginum við forbeinunum, har eitt klistrut evni verður útskilt úr skinnabeinunum. Síðan verður snevilin stungin í fongin, og sodningarevni verða sprænd í, soleiðis at tekan kann súgva føðslu til sín.