Í Føroyum skulu vit taka egnar avgerðir!
At útvega okkum heimildir á uttanríkispolitiska pallinum, er frá einum loysingarsinnaðum sjónarmiðið gott! Alt tað, ið førir okkum sum fram á leið, at taka egnar avgerðir, um okkara egna land og politikk eri eg fyri!
Tað er ómetaliga umráðandi, at nýta slíkar heimildir við skili, umhugsni og við atlitið at føroyskum áhugamálum!
At menna okkara samfelag - til fyrimunar fyri okkara samfelag – t.e. at byggja land, fleiri inntøkur, betri sømdir úti í heimi og so mangt annað – ikki niðurbræðing og ógrundaðar kenslupolitiskar avgerðir.
Undirritaði, tó ónevndur við navni, verður í innihaldinum hildin fyri ikki at arbeiða fyri áhugamálunum hjá lokalsamfelagnum, og Føroyum, í lesarabrøvum og Facebook innsløgum seinastu dagarnar.
Men minnið hjá skribentunum man verða stutt! Kanska stemmufiskara stutt?
Teir minnast ikki aftur til løgtingsvalið 2022, tá ið undirritaði var partur av Russlandssáttmálaorrustuni hjá Tjóðveldi, og áheitanir og útsagnir frá Norðoya Tjóðveldisfelag við undirritaða sum formanni í 2023 og 2024 júst hesum málið viðvíkjandi!
So kemur trupulleikin!
Vit hoyra nógv stór orð, men ov lítið um fakta!
Í hesum føri at málið er tengt at tí, at kunna banna tveimum russiskum reiðaríum, fyri ólógligt virksemi. Álitið frá uttanlandsnevnd løgtingsins sigur at tað “neyvan er hald í illgrunanum”, og at “lítið og einki talar fyri”, at skipini hava brotið føroyska lóg og eftirlit á sjógvi og á landi siga tað sama.
Tað er ikki ábyrgdarfult um bannið verður bygt á ein ógrundaðan váða.
Hetta snýr seg ikki um at vera “pro” ella “anti” nakað land.
Fyrst og fremst raka sanktiónirnar norðurføroyar og Norðoyggjar, har arbeiðspláss, familjur og okkara vinnulív eru beinleiðis tengd at samstarvinum í Barentshavinum og útflutningi av uppisjóvarfiski.
Russiska konsulatið hevur longu sagt frá, at samstarvið er í vanda, og at útflutningurin kann verða steðgaður, um sanktiónirnar verða settar í verk. Tað er veruleikin – ikki giting.
Tí snýr hetta seg um at taka røttu avgerðirnar og verja okkara egna búskap, okkara egna arbeiðsmarkna og okkara egnu vælferð.
Tað er sera undrunarvert, at vit sum oyggjasamfelag skulu ganga longur og meinsla okkara vitala búskap enn meiri enn ES og Norra, sum bæði keypa og selja matvørur til Russlands – minnist til, at matvørur eru beinleiðis undantiknar sanktiónum.
Eg havi áður, eisini ímóti egnum flokki, sagt púra greitt, at vit ikki eiga at seta inntøkukeldur hjá Føroyum í váða uttan haldfør prógv. Tað standi eg enn við.
Vit mugu hava støðufesti í politisku avgerðunum og ikki skapa ótryggleika fyri okkara egnu borgarar.
Tí er mín greiða áheitan!
Brúkið heimildirnar varliga. Brúkið fakta og væl grundaðar avgerðir. Lat okkum ikki gera okkum sjálvum størri skaða enn neyðugt er. Vit liva av at selja matvørur – og uttan alternativar marknaðir hava vit ongan annan veg enn at tryggja samstarvið eystureftir, so leingi sum samstarvið hevur grundarlag fyri virknaði.
Vit skulu verja vælferðina hjá Føroyum – og tað gera vit ikki við at lata ótta og impulsstýrdan politikk avgera framtíðina hjá okkara øki.
Anfinn í Toft
Býráðslimur fyri Tjóðveldi í Klaksvíkar býráð
Nevndarlimur í Norðoya Tjóðveldisfelag
Politikkur verður vanliga førdur við politisku borðini, í politisku krókunum og í teimum politisku organum ið eru sett í verðina til júst áðurnevnda – at flyta og føra politikk, og sjáldan verður politikkur førdur umvegis lesarabrøv og sosialar miðlar!