Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugni, Smæran og Sangfuglarnir í Rótini

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu og Dávur Winther  |  20.11.2025 - 15:28 Mentan Myndarøð

Í gjár vitjaði Dementskórið "SANGFUGLARNIR" Klaksvík, við eini innbodnari konsert í húsarhaldsskúlanum "Rótin".

Karmarnir vóru rúmligir, spennandi og luttakararnir fyltu hølið við hugna.

Hetta kom í lag í samband við, at Maria Olsen, forkvinna í "Pensjónistafelagið Hugni", sum samskipari setti seg í samband við kórið. Eisini høvdu Unn Østerø og Rúna Josephsen, sum eru leiðarar av Dagtilhaldinum "Sóljan", spurt okkum fyrr.

Hesir stovnar tóku lógvatak og dagurin var lagdur tilrættis við Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra í húsarhaldsskúlaum "Rótin".

Skráin: Jóhanna beyð vælkomið og greiddi frá skúlanum frá byrjan og ta longu leið til ídag.

- "Sangfuglarnir" sungu einar sjey sangir, øll sungu síðani felagssangin "Føgur er foldin". Sum vanligt er í "Pensjónistafelagi Hugni", so endaði Maria við eini andakt. Eftir hetta var skúlin vístur fram.

"Sangfuglarnir" hava sungið stívliga í 6 ár.  Stjórnandi eru Jógvan Dahl, Jógvan við Keldu og pianistur er Pætur við Keldu.  Kórið er frá Havnini, Sandoynni, Sundalagnum og Eysturoynni. - Kórið venur einferð um mánaðin í Vesturkirkjuni.  

Øll hesi árini hevur kórið havt einar 5-7 konsertir árliga ymsastaðni í Føroyum! Eisini hevur kórið havt høvi at vera í KVF.

Ein stak hugnalig og gevandi løta

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur