Lýsing
Lýsing
Lýsing

Páll Finnur Páll á OY Voxbotn 2026

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.11.2025 - 14:38 Mentan Tíðindi

Tað verður gott lag í Vágsbotni, tá Páll Finnur Páll stillar seg á pallin leygardagin 27. juni 2026. Bólkurin hevur fleiri enn 20 ár á baki, og løgini hava fest seg sum fastar slagarar í Føroyum. Hetta er bólkurin, sum vanliga fær veitsluna at kóka.

 

Tað er ikki av tilvild, at Páll Finnur Páll eru fastur táttur í óteljandi veitslum: skemtiligir tekstir og fangandi niðurløg, har vit øll syngja við. Vit tosa um “Eg fari mín egna veg”, “Herbergið”, “Forelskaður sjónleikari” og fleiri onnur løg, sum hvør í sínum lagi kunnu fáa eitt vanligt leygarkvøld, at kennast sum ólavsøkukvøld.

Á palli er uppskriftin einføld: lív, látur og løg, sum sita fast. Bólkurin er kendur fyri at fáa fjøldina at kóka, og vit vænta, at Vágsbotnur verður til eitt stórt kór – við ørmum í loft og góðum lagi – tá teir trína á pallin 27. juni 2026.

Vit gleða okkum – Voxbotn 2026 verður vilt!

Skunda tær og keyp atgongumerki í dag fyri einans 795 kr. í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillett.fo.

Prísurin hækkar mánadagin 24. november á midnátt!

Voxbotn 2026 í samstarvi við: SMS, Atlantic Airways, OY, Betri Trygging, Eta, Burger King, Magn, Red Bull, Coca Cola, Hoyrnina og Nema.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sev - eykaaðalfundur á heysti
Hvønn kunnu vit samstarva við, um vit si…
Føroyar søkt um at gerast sjálvstøðugur…
Hugni, Smæran og Sangfuglar­nir í Rótini
Páll Finnur Páll á OY Voxbotn 2026
Tiltøkini móti Russlandi raka Føroyar me…
Norðoya Listafelag 40 ár
Úrslitið av seyða­sýning­ini 2025
Próvtøkur og verjuskip
Eru Eysturoyar og Norðoya Tjóðveldisfelø…
Stórar sparingar á Fróðskaparsetrinum
Koyra vit útav við ES á GPS’inum?
Vesturríki og dómurin í Haag
Mental sjálvverja í eini talgildari tíð
Myndarøð: Mjølnir gjørdi onki við Sliede…
Stuðul frá Lions skal læra børn og ung a…
Kann ein lands­stovnur av sínum eintingum…
Lagt í pottin til eitt heitt kvøld
Vunnu toppdystin
Vónar nógvar áskoðarar í Badminton­høllin…