Lýsing
Lýsing
Lagt í pottin til eitt heitt kvøld
Mjølnir spæla Challenge Cup dyst móti Sliedrecht Sport í kvøld kl. 19.
Badmintonhøllin tekur seg út frá síni bestu síðu. Øll høllin er klædd í flogbóltsbúna, nú menninir hjá Mjølnir skulu royna at tryggjað sær pláss í næsta umfari í Challenge Cup.
Mjølnir spælir móti Sliedrecht Sport í kvøld kl. 19. Dysturin verður í Badmintonhøllini. Dysturin verður ikki stroymdur.
Kostnaður fyri at sleppa inn er 50 krónur. Tikið verður móti visa.
Atgongumerki er samtundis lutaseðil har til ber at vinna eina Mjølnir blusu, eins og tær sum Mjølnir menninir leika í.
Seinastu tíðindini

