Lýsing
Lýsing
Vónar nógvar áskoðarar í Badmintonhøllini í kvøld
Vit ætla at vinna dystin í kvøld, sigur ein avgjørdur Thorvald Danielsen við Norðlýsið
Thorvald Danielsen var í studio í gjár og tosaði um Challenge Cup dystin i kvøld móti Sliedrecht Sport. Vit vóna at nógvir áskoðarir koma í hølllina at stuðlað okkum, sigur royndi liðskiparin.
Mjølnir spælir móti Sliedrecht Sport í kvøld kl. 19. Dysturin verður í Badmintonhøllini. Dysturin verður ikki stroymdur.
Kostnaður fyri at sleppa inn er 50 krónur. Tikið verður móti visa.
Atgongumerki er samtundis lutaseðil har til ber at vinna eina Mjølnir blusu, eins og tær sum Mjølnir menninir leika í.
Seinastu tíðindini