Lýsing
Lýsing
Lýsing
Har var ongin slingur í valsinum, tá tvørpolitiska uppskotið um at lata ikki-fullriknu útróðrarbátunum í bólki 5B fleiri fiskidagar var fyri í Løgtinginum í dag. 20 atkvøður vóru fyri og einans tríggjar ímóti; tvær úr Framsókn og ein einstøk úr Javnaðarflokkinum | Mynd: Føroya Løgting

Einans 3 tingfólk ímóti fleiri fiskidøgum til bólk 5B

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.11.2025 - 19:23 Politikkur Tíðindi Vinna

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, má nú tveita handklæðið í ringin. Hann hevur áður sagt, at hann ikki fór at útluta fleiri dagar til bólk 5B, men tá endaði hann við at siga, at skuldi bólkur 5B hava fleiri fiskidagar í ár, so skuldi hann hava greið boð um tað úr Løgtinginum. Tey boðini úr Løgtinginum hevur hann nú fingið – bæði í Løgtinginum og innanhýsis í samgonguni er stórur meiriluti fyri

 

 

Eitt tvørpolitiskt uppskot frá bæði andstøðu og samgongu um at veita útróðrarbátunum í bólki 5B fleiri fiskidagar varð í dag samtykt við 20 atkvøðum fyri og einans 3 ímóti. Uppskotsstillararnir vóru Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum.

Andstøðutinglimirnir, sum vóru í Løgtinginum, atkvøddu allir fyri, og tað var væntandi. Men eisini inni í samgonguni eru væl fleiri tingfólk fyri enn ímóti. Í Javnaðarflokkinum atkvøddu Bjarni Hammer, Jóhannis Joensen, Kim Durhuus, Kristianna Winther Poulsen og Uni Holm Johannesen øll fyri. Í Tjóðveldi atkvøddu Annika Olsen, Dennis Holm og Hervør Pálsdóttir fyri, og ongin í Tjóðveldi ímóti.

Tríggjar atkvøður vóru ímóti, og tær komu frá tveimum tinglimum hjá Framsókn, Karlot Hergeirssyni og Árna M. Dam, og frá Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum. Sostatt vóru 8 samgongutingfólk fyri, herundir alt Tjóðveldi, sum er flokkurin hjá landsstýrismanninum sjálvum, og bert hesir tríggir ímóti.

Við Kringvarpið segði Jóhan Christiansen, at hann fer at fylgja Løgtingsins vilja og geva teimum ikki-fullriknu útróðrarbátunum fiskidagar. Tað ætlaði hann annars ikki, og treytin fyri at gera tað var, at hann fekk eina greiða áheitan frá Løgtinginum at gera tað – og tað má man nú siga, at hann hevur fingið. Hann endurtekur, at hann heldur tað vera eitt vánaligt hugskot, men sigur, at hann fer at virða avgerðina á Løgtingi og arbeiða so skjótt, sum hann kann við at útluta dagarnar.    

Lýsing
Seinastu tíðindini
Einans 3 tingfólk ímóti fleiri fiskidøgu…
Vitameista­rin á Biskupsstøð
FBF nýggjan høvuðsvenjara
Føroyski lestrarstuðulin verður hin sami…
Jólakort frá føroyskum skúla­børnum
Samvirkið yvirlit við játtaðum stuðli 20…
Nú stundar til JÓL VIÐ LØKIN
Konsert í Leirvík sunnudagin 23. novembe…
Thorvald vitjar Norðlýsið
Evropaflogbóltur í Klaksvík í morgin
Vatnleki á Heygavegnum
Taptu toppdystin
Svanberg hevur fingið nýtt venjarastarv
Fyrilestrar við unga ísraelska rithøvund…
Biðja norsku stjórnina um at endurskoða…
Hanus Hansen og Regin Jacobsen til audie…
Country dansur í Dansifrøi
Jóla­trøini
Hægri loft á endurgjald fyri mista arbei…
Jóla­konsert við Bjöllubandanum