Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vesturríki og dómurin í Haag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.11.2025 - 10:13 Mentan Tíðindaskriv

Bókaframløga av síðstu bókini hjá Zakarias Wang verður leygardagin 22. november kl. 14 í Rit og Rák í SMS.

 

 

Bókin ”Vesturríki og dómurin í Haag. Ein gjøllig frágreiðing um fólkarættarligu støðu Føroya og Grønlands” er útgivin eftir deyða rithøvundans.

Bókin er skrivað á donskum máli.

 

Hansara síðsta verk viðger tey viðurskifti, Zakarias Wang hevur kannað og arbeitt við alt sítt lív. Handritið bleiv endaligt liðugt skrivað stutt fyri Zakarias andaðist 30. apríl 2025.

 

Hendan síðsta bókin hjá Zakarias Wang er um eitt land, sum hevur verið til síðan 1814, men einki navn hevur fingið áður, ikki fyrr enn nú ið Zakarias nevnir tað Vesturríki. Í Vesturríki eru landspartarnir Føroyar, Ísland og Grønland.

 

Við djúpum søguligum yvirliti heilt frá tíðini har tað gamla Noreg (við Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Hetlandi og Orkneyoyggjunum) og Danmark í 1380 fóru undir felags krúnu, og við at taka við higartil ókent skjalatilfar frá Haag-dómstólinum í viðgerðini av stríðinum millum Noreg og Danmark um Eysturgrønland (1931-33), lýsir hann gongdina heilt fram til fólkaatkvøðuna 14. september 1946, sum varð kvett av danska stýrinum. Vesturríki og dómurin í Haag er eitt mentanarligt bragd har tann innasta kjarnan, sum er hjartamálið hjá høvundinum, er at sláa fast ta fólkarættarligu støðuna hjá Føroyum, Íslandi og Grønlandi (Vesturríki). Hesin fólkarætturin verður ikki kolldømdur og fer at standa fyri ævir.

 

***

 

ZAKARIAS WANG: VESTRIG OG DOMMEN I HAAG

En kritisk redegørelse for Færøernes og Grønlands folkeretlige stilling

 

Hendan síðsta bókin hjá Zakarias Wang er um eitt land, sum hevur verið til síðan 1814, men einki navn hevur fingið áður, ikki fyrr enn nú, ið Zakarias nevnir tað Vesturríki. Í Vesturríki eru landspartarnir Føroyar, Ísland og Grønland. Tað bleiv sum nevnt til í 1814 tá ið Kongaríkið Noreg, sum síðani 1450 hevði verið í unión við Kongaríkið Danmark bleiv deilt í tvíningar. Fastlandið Noreg, sum var saman við Svøríki eitt tíðarskeið og oyggjarnar í vestri – Føroyar, Ísland og Grønland – ið framvegis høvdu sín statsrætt sum eitt frítt land Vesturríki í frælsari unión við Kongaríkið Danmark.

 

Tað er ein skandala at Danmark ongantíð hevur viljað viðurkent at Vesturríki (Føroyar, Ísland og Grønland) sambært statsrætti hevur verið í unión við Danmark eins og Noreg var frá 1450-1814. Tað fyrsta var at danskir embætismenn ikki vildu geva landinum eitt navn sum t.d. Vesturríki. Síðani fór Danmark undir at deila Vesturríki í 3 partar sum fingu hvør sítt samband við Danmark, sum nú tá fastlands Noreg var farið burturúr, hevði enn meira yvirmakt enn áður.

 

Føroyar varð við órætti í praksis gjørt til eitt danskt amt, Ísland fekk aftaná tógvið stríð fullveldi sum endaði við tjóðveldi í 1944 og Grønland fekk viðgerð, sum var tað ein koloni.

 

Eingin endi hevur verið á hesum skeiva og ótolandi atburði frá danskari síðu. Føroyingar royndu at loysa málið fyrst við løgtingsins samtykt, tá seinna kríggið byrjaði og so tann 14. september 1946, tá loysing fekk meirilutan í fólkaatkvøðuni. Men meirilutin var rikin heim, tí politiska systemið í Danmark vildi ikki viðurkenna sítt tap. Tí er spurningurin enn óloystur í Føroyum eins og í Grønlandi.

 

Í bókini eru djúp, søgulig sjónarmið lýst og harumframt viðger og lýsir bókin eitt umfatandi evni, sum ongantíð áður hevur verið frammi. Hetta skjalatilfar er funnið í tí altjóða dómstólinum í Haag, har Danmark og Noreg frá 1931-33 høvdu eina sak um Eysturgrønlandsstríðið. Frágreiðingin um fólkarættarligu støðu Føroya og Grønlands teknar eina mynd av søguligu hendingunum yvir fleiri hundrað ár. Ein mynd av Norðuratlantshavinum sum nú meira enn nakrantíð er í altjóða politiskum áhugamálum.

 

Tann síðsta til rættis leggingin av handritinum var gjørd av døtrunum hjá Zakarias Wang, Ullu Svarrer Wang og Elini Svarrer Wang.

 

Forlagið Stiðin.

Umbróting, prent og innbinding: Føroyaprent. ISBN: 978-99918-42-92-9. 250 síður. 395 kr.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøkini móti Russlandi raka Føroyar me…
Norðoya Listafelag 40 ár
Úrslitið av seyða­sýning­ini 2025
Próvtøkur og verjuskip
Eru Eysturoyar og Norðoya Tjóðveldisfelø…
Stórar sparingar á Fróðskaparsetrinum
Koyra vit útav við ES á GPS’inum?
Vesturríki og dómurin í Haag
Mental sjálvverja í eini talgildari tíð
Myndarøð: Mjølnir gjørdi onki við Sliede…
Stuðul frá Lions skal læra børn og ung a…
Kann ein lands­stovnur av sínum eintingum…
Lagt í pottin til eitt heitt kvøld
Vunnu toppdystin
Vónar nógvar áskoðarar í Badminton­høllin…
Almenn móttøka
Jóhan Christiansen — eitt ekkó frá Elian…
Góður endi upp á eitt gott fótbóltsár
Einans 3 tingfólk ímóti fleiri fiskidøgu…
Vitameista­rin á Biskupsstøð