Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvønn kunnu vit samstarva við, um vit siga noy til Russland?

SKRIVAÐ: Steffan Klein Poulsen  |  20.11.2025 - 17:42 Politikkur Tíðindaskriv

Eg taki als ikki undir við at seta hesi revsitiltøk í verk, sum allarhelst steðga fiskivinnusamstarvinum við russarar og harvið fær stórar avleiðingar fyri Føroyar.

 

 

Um vit ikki kunnu loyva okkum at samhandla og hava fiskivinnusamstarv við Russland orsaka av krígnum í Ukraina. Kunnu vit so loyva okkum at samstarva við Kina, sum á mangan hátt kúgar sítt fólk og sum hevur tætt samstarv við Norður Korea, ið torturerar egnar borgarar í týningarlegum? Kunnu vit halda fram við at selja fisk til Nigeria, har Boko Haram (ISIS) slaktar sivilar borgarar, serliga kristin, nærmast hvønn dag, meðan stjórnin bara hyggur at? Og soleiðis kundi eg blivið við...tað blívur sera trupult at velja og vrakað hvørji lond vit skulu samstarva við.

Og her má eg enn einaferð undirstrika, at vit tosa um eitt samstarv um mat (fisk).

Harumframt mugu vit eisini hugsa um okkara egna búskap, sum longu hevur mist nógv orsaka av krígnum í Ukraina. Halda vit fram á tann hátt sum Sirið Stenberg og kompaní ætla, so missa vit allarhelst bæði Barentshavið og allan silda marknaðin í Russlandi, sum hevur sera stóran týdning fyri hundraðtals húsarhald í Føroyum.

Eg taki als ikki undir við at seta hesi revsitiltøk í verk, sum allarhelst steðga fiskivinnusamstarvinum við russarar og harvið fær stórar avleiðingar fyri Føroyar.

 

Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sev - eykaaðalfundur á heysti
Hvønn kunnu vit samstarva við, um vit si…
Føroyar søkt um at gerast sjálvstøðugur…
Hugni, Smæran og Sangfuglar­nir í Rótini
Páll Finnur Páll á OY Voxbotn 2026
Tiltøkini móti Russlandi raka Føroyar me…
Norðoya Listafelag 40 ár
Úrslitið av seyða­sýning­ini 2025
Próvtøkur og verjuskip
Eru Eysturoyar og Norðoya Tjóðveldisfelø…
Stórar sparingar á Fróðskaparsetrinum
Koyra vit útav við ES á GPS’inum?
Vesturríki og dómurin í Haag
Mental sjálvverja í eini talgildari tíð
Myndarøð: Mjølnir gjørdi onki við Sliede…
Stuðul frá Lions skal læra børn og ung a…
Kann ein lands­stovnur av sínum eintingum…
Lagt í pottin til eitt heitt kvøld
Vunnu toppdystin
Vónar nógvar áskoðarar í Badminton­høllin…