Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað hevur verið hvítt í nakrar dagar, men nú er liðugt. Allur kavin í erva fer tó ikki burt. | Mynd: Finn Johannessen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.11.2025 - 14:47 Tíðindi Veðrið

Nú er liðugt við liggjandi høgætt og kulda, hitalagið er farið eitt fitt vet uppeftir. Meginparturin av kavanum fer vekk í dag ella í morgin, ið hvussu so er tann kavin, sum er lágt. Hann liggur av vestri í dag, og tað fer hann eisini í morgin, men sunnudagin og inn í næstu viku fer aftur at kølna.

Kuldin, vit hava havt, er komin av lágtrýstum, sum hava staðið onkunstaðni eystanfyri. Tey eru nú grynt ella farin í upploysn. Ístaðin fara tey at leggja seg í millum Føroyar og Ísland, men sunnudagin fer eitt nýtt at ganga eysturum og leggja seg harí 1-2 dagar. Tá ið fara vit aftur at fáa kalt luftrák ímóti okkum.

Veðrið um vikuskiftið:

Frískur vindur upp í strúk av vestan, 8 til 13 m/s, hálv- ella smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin í dag millum 4 og 9 stig, í nátt niður í 2 stig í støðum.

Í nátt minkar vindurin vestaneftir niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, men enn skýggjað og ælaveður. Út á morgindagin minkar hann vindin til lítið lot, undir 5 m/s, hálv- ella smáskýggjað og bert okkurt ælið. Sum frálíður kaldari millum 0 og 5 stig.

Sunnudagin lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s. Fram ímóti kvøldið frískt lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, í støðum sólglottar, men kanska eisini mjørki. Hitin 2 til 5 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…