Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brynjar og Rógvi saman við landsstýrisfólkunum

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  24.11.2025 - 09:09 Tíðindi

Næmingaráðið hevur viðgjørt eitt barnatillagað uppskot til barnalóg. Tíðin var nú komin til, at næmingarnir skuldu handa landsstýrismanninum í Barna- og undirvísingarmálum hoyringarskrivið viðvíkjandi barnalógini

 

Fyrr í vikuni skrivaði heimasíðan á Skúlatrøð um nýggju barnalóginia, sum í løtuni verður smíðað. Kunnað varð á morgunløtuni mánamorgunin fyri hádeildini um innihaldið og arbeiðið, og at hetta nú er komið so langt, at næmingaráðið hevur viðgjørt eitt barnatillagað uppskot til barnalóg. Tíðin var nú komin til, at næmingarnir skuldu handa landsstýrismanninum í Barna- og undirvísingarmálum hoyringarskrivið viðvíkjandi barnalógini.

Á heimasíðuni hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum er nú mynd av teimum báðum, Rógva og Brynjar, sum eru í næmingaráðnum á Skúlatrøð, og sitandi og komandi landsstýrisfólki í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen og Súsanna Bertholdsen, sum tóku ímóti hoyringarskrivunum.

Tey skriva á heimasíðu teirra, at á altjóða barnarættindadegnum, 20. november 2025, handaðu næmingar úr fólkaskúlum kring landið hoyringarsvar um barnalógina á tiltaki í Norðurlandahúsinum. Umleið 170 børn hava verið við til at skriva hesi hoyringarsvar, og umboða tey næmingaráð og móttøkuflokkar úr 19 skúlum umframt 3 barnaverndarstovnum. 

Meira kann lesast um tiltakið við at trýsta her.

Næmingarnir í næmingaráðnum á Skúlatrøð, sum vóru við til tiltakið, lótu væl at og gleða eg nú til at fylgja við, hvussu leikur fer.
 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóhan vil hava nýggja fiski­veiðuavtalu v…
Dalsenni 11.000 pund
Norðlýsið blaðið í gerð
Brynjar og Rógvi saman við lands­stýrisfó…
Jóla­trøini
Fakfelagssamstarvið spyr enn einaferð sa…
Mjølnir vann fjórða sigurin á rað
Veðrið í vikuni
Úrslitið frá lands­seyðasýning­ini 2025
Mjølnir á heimavølli næstu tíðina
Føroyar vunnu smálandakappingina
SÍ koppaði Mjølni
Hátíðarløta fyri Norðoya Listafelagi
Norðoya Gongufelag: Morguntúr kl. 8.00
Fosturforeldra­felagið 25 ár
Tobbi - okkara støða er framvegis púra g…
Slystekan Zelus renardii skrásett í Føro…
Neystið: Ræst kjøt at fáa til keyps í da…
Sandoy og Suðuroy gerast kappingarneytar
Vit skriva jólakort