Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eilif Magnusson Arge er Brekumboð | Mynd: Jóhann Lützen

Brekumboðið: Freistin at søkja fulltrúastarvið er á midnátt í kvøld 26. nov

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.11.2025 - 11:59 Tíðindi

Hevur tú áhuga fyri rættindum, fyrisiting og javnstøðu? Nú hevur tú møguleikan at verða við til at styrkja arbeiðið við rættindum hjá fólki, ið bera brek.

 

Talan er um eitt avbjóðandi, áhugavert og sjálvstøðugt starv sum fulltrúi hjá Brekumboðnum, har tú verður partur av menningini av einum nýggjum stovni, ið arbeiðir fyri at tryggja, at rættindi hjá fólki, ið bera brek, verða vird og framd í praksis.

Sum fulltrúi hjá Brekumboðnum verður tú ein virkin partur av arbeiðinum við at menna og styrkja virksemið hjá stovninum.

Starvið fevnir millum annað um:

·      At hava eftirlit við, at føroysk lóggáva og almenn tilboð virða og fremja rættindi hjá fólki, ið bera brek

·      At gera kanningar og frágreiðingar av viðurskiftum, ið viðvíkja fólki, ið bera brek

·      At ráðgeva og vegleiða borgarum, stovnum og feløgum um rættindi og skyldur

·      At skriva hoyringsskriv og geva løgfrøðiligar ella aðrar fakligar viðmerkingar til lógaruppskot og reglugerðir

·      At framleiða kunning og vitan um rættindi hjá fólki, ið bera brek

·      At skriva tilfar til heimasíðu og miðlar

·      Samskifti og samstarv við myndugleikar, felagsskapir og borgarar

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almennu fyrisitingina og hevur góð samstarvsevni.

 

Vit vænta, at tú:


• Hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstøði (t.d. løgfrøði, stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði ella líknandi)
• Hevur gott innlit í fyrisitingarligar mannagongdir og samfelagsviðurskifti
• Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og við ábyrgd
• Hevur góðan førleika at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum.
• Hevur innlit og áhuga fyri viðurskiftum, ið snúgva seg um rættindi og javnstøðu hjá fólki, ið bera brek

Setanar- og lønartreytir

Starvið er 30 tímar um vikuna við møguleika fyri nærri avtalu.
Starvið er fast og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF/AKF.
Starvið verður sett 1. januar 2026, ella sambært nærri avtalu.

Starvsstaðurin er hjá Brekumboðnum, Klaksvíksvegur 77, 700 Klaksvík.

 

Umsókn, lívsrensl, prógv o.a. skulu sendast til brekumbod@brekumbod.fo.

Umsóknir skulu vera Brekumboðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. november 2025.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eilif Magnusson Arge, Brekumboð, tlf. 401400

 

Um Brekumboðið

Brekumboðið er ein nýggj fyriskipan, sum hevur til endamáls at styrkja rættindi og livikor hjá fólki, ið bera brek.
Brekumboðið skal hava eftirlit við, at føroysk lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við Breksáttmálan.
Eisini skal Brekumboðið veita ráð og vegleiðing, gera kanningar og frágreiðingar, birta kjak og arbeiða fyri, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðilig í almenna rúminum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sonni Óli Djurhuus nýggjur kommunu­stjóri
Brekumboðið: Freistin at søkja fulltrúas…
Væl mannað hornorkestur
EFFO: Dagførdar viðskiftatreytir ávirka…
Nærri eftirlit við heimatænastu og eldra…
Jólasølan í Rógv – har teir góðu vinning…
Løgin boð frá Effo
Sjúrður Skaale trúttar við skeivum rokni…
Tað rennir kalt niður eftir bakinum
Kommunu­stjó­rin verður settur í dag
Dalsenni inni við 14.000 pundum
Bókaframløga á Klaksvíkar Bókasavni
Sirið: Ongin ósemja við Norðoya Tjóðveld…
Theresa og Rannvá vitja Norðlýsið
Daniel Hákunsson Dam verður stjóri á Vón…
Vit eru so nær okkara ríkidømi – kom í g…
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Tussj: Fleyr og Mjølnir í Challenge Cup
Sátt­mála­krøv­ini handaði
Fosturforeldra­felagið 25 ár: Vit ynskja…