Lýsing
Lýsing
Daniel Hákunsson Dam er 35 ára gamal og hevur verið fíggjarstjóri í Vónini síðan 2021. Frá 1. mars 2026 verður hann stjóri í Vónini
|
Mynd: vonin.fo
Daniel Hákunsson Dam verður stjóri á Vónini
Klaksvíkingurin byrjar í starvinum 1. mars 2026 og fær ábyrgd av 500 starvsfólkum spreidd yvir 22 deildir í sjey londum.
Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini hevur avgjørt at fara úr starvi. Hjalmar hevur starvast á Vónini í 30 ár og hevur verið stjóri síðan 2001.
Stjórasessin tekur nú Daníel Hákunsson Dam, sum hevur verið fíggjarstjóri hjá Vónini síðani ársbyrjan 2021 og er tí væl kunnigur við øll viðurskifti felagsins. Daníel er 35 ár, klaksvíkingur, giftur og trýbarnapápi, og er útbúgvin búskaparfrøðingur frá Aalborg Universitet, har hann eisini tók masterprógv í leiðslu.
Stjóraskifti verður 1. mars 2026.
Vónin er børsskrásett fyritøka, Vónin hevur 22 deildir í sjey londum. Á Vónini starvast 500 fólk.
Seinastu tíðindini