Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjúrður Skaale trúttar við skeivum roknistykki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.11.2025 - 16:45 Tíðindi

Danski netmiðilin Altinget.dk hevur í dag áhugaverda samrøðugrein við Hanus Hansen, reiðara, um fiskveiðusamstarvið við russar í Barentshavinum. Tað hevur fingið øði í Sjúrða Skaale.

Í áhugaverdari samrøðugrein við Atlinget.dk í dag greiðir Hanus Hansen, reiðari, frá fiskiveiðusamstarvinum við Russland í Barentshavinum. Hanus vísir á, at tað eru stór virðir upp á spæl, nú fiskiveiðuavtalan skal longjast. Møguleikin fyri at klekja góðar sjómenn er eisini í váða, um avtalan ikki verður longd. 

Í greinini verður eisini sipa til Sjúrður Skaale, fólkatingslim, sum hevur arbeitt sum úlvur á skóg ímóti fiskiveiðusamstarvinum. 

Greinin hevur fingið øði í Sjúrða Skaale, sum viðmerkir greinina í uppslagi á Facebook. Fyrst takkar fólkatingslimurin tó Hanusi fyri at umrøða seg í einum virðiligum tóna og uttan at vera áleypandi. "Soleiðis hevur tað verið alla tíðina – og tað er faktiskt óvanligt, tá ein ósemja er. So takk fyri tað!"

Men síðani endurtekur Sjúrður Skaale boðskap sín um roknistykkini hjá sær, sum sambært honum vísa, at "avtalurnar síggja altso út sum eitt russiskt sjálvtøkuborð." 

Her sipar Sjúrður Skaale til roknistykkini hjá Árna Dam, sum Skaale sjálvur bílegði til sína frágreiðing "Exit Russland" í 2023. Tá fekk Sjúrður Skaale rudda forsíðuna í Sosialinum við einum páhaldi um, at fiskivinnusamstarvið í Barentshavinum gav undirskot. 

Men hóast fleiri partar longu tá afturvísti villeiðandi roknistykkini, blívur Sjúrður Skaale við at trútta hendan boðskap. 

Sambært Johnny í Grótinum, formanni Búskaparráðsins, bygdi "roknistykkið hjá Sjúrði Skaale við einum vinningi á 3-400 milliónir krónur av at slíta fiskiveiðuavtaluna í Barentshavinum byggir á búskaparfrøðiligt møsn". 

Sí grein her: "Búskaparfrøðingur: At sloyfa Barentshavið kostar nógv"

Eisini afturvísti Hanus Hansen roknistykkið í eini grein á Norðlýsinum longu tá. 

Sí grein her: "Sjúrður Skaale brúkar skeiv og villleiðandi tøl um Barentshavið"

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjúrður Skaale trúttar við skeivum rokni…
Tað rennir kalt niður eftir bakinum
Kommunu­stjó­rin verður settur í dag
Dalsenni inni við 14.000 pundum
Bókaframløga á Klaksvíkar Bókasavni
Sirið: Ongin ósemja við Norðoya Tjóðveld…
Theresa og Rannvá vitja Norðlýsið
Daniel Hákunsson Dam verður stjóri á Vón…
Vit eru so nær okkara ríkidømi – kom í g…
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Tussj: Fleyr og Mjølnir í Challenge Cup
Sátt­mála­krøv­ini handaði
Fosturforeldra­felagið 25 ár: Vit ynskja…
Jóhan vil hava nýggja fiski­veiðuavtalu v…
Dalsenni 11.000 pund
Norðlýsið blaðið í gerð
Brynjar og Rógvi saman við lands­stýrisfó…
Jóla­trøini
Fakfelagssamstarvið spyr enn einaferð sa…
Mjølnir vann fjórða sigurin á rað