EFFO: Dagførdar viðskiftatreytir ávirka ikki okkara kundar
Endamálið við broyttu viðskiftatreytunum er, at vit sum orkuveitari hjá túsundtals fólkum, framhaldandi kunnu veita somu góðu vøru og tænastu til okkara kundar, sigur Gunnar Nielsen stjóri í EFFO við Norðlýsið
Ígjár skrivaðu vit eina grein um løgin boð frá EFFO, eftir at nógv fólk vóru misnøgd á facebook. Vit hava vent okkum til Gunnar Nielsen stjóra í EFFO at frætta hansara viðmerkingar.
- Fær kundin olju frá øðrum veitara, ber ikki til hjá okkum at fylgja við nær áfyllingarnar skulu vera. Tískil kann tað føra við sær, at hús verða tóm fyri olju, og tað ynskja vit sjálvandi ikki, sigur Gunnar
- Hitatænastuhald hjá Effo er treytað av, at tú fært olju frá Effo. Við hitatænastuni frá Effo fær man regluligt viðlíkahald av oljufýrinum, umframt tilkallivakt allar dagar í árinum, sigur Gunnar Nielsen
- Viðskiftatreytirnar eru bert broyttar hjá teimum, sum ikki einans fáa olju frá Effo. Dagførdu viðskiftatreytirnar ávirka ikki kundar, sum hava sjálvvirkandi oljuáfylling og hitatænastuhald frá okkum. Soleiðis kunnu vit tryggja, at kundar hjá Effo framhaldandi fáa tað, sum vit hava lovað, sigur Gunnar Nielsen við Norðlýsið at enda.