Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hægri barnafrádrátt og betri systkinafrádrátt í Nes kommunu

SKRIVAÐ: nes.fo  |  26.11.2025 - 18:40 Tíðindi

Fíggjarætlanin hjá Nes kommunu fyri 2026 var endaliga samtykt á býráðsfundi 24. november.

 

Skattaprosentið er óbroytt 20,5 prosent, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 7.000 kr. upp í 8.000 kr.

Harafturat verður nú eisini latin kvartur systkinafrádráttur fyri barn nummar 2. Higartil hevur verið latin systkinafrádráttur fyri triðja barnið. Broytingin merkir ein mánaðarligan lætta á kr. 550,- fyri familjur við tveimum ella fleiri børnum, um eldra barnið gongur í vøggustovu. Um eldra barnið gongur í barnagarði, er lættin kr. 475,-, meðan lættin er 250, - kr, um tað  gongur í frítíðarskúla.

Dagstovnagjøldini  verða óbroytt, og frítíðarkortið verður framhaldandi kr. 2.000 fyri børn og ung í aldrinum 0-18 ár.

Úrslitið á fíggjarætlanini er eitt avlop á 425 tkr.

Í 2026 verður peningur m. a. brúktur til:

Breiðka og tryggja vegin við Kornvatn
Gera gongugøtu millum Regnaveg og Lýðarsveg
Umvæling av ovaru síðu av 1981-skúlanum
Dagføring av kommunuskrivstovuni
Dagføring av Heilsumiðstøðini
Betra um útiøki skúlans
Umbyggja í barnagarðinum
Ymiskar ábøtur á ítróttarøkið á Svangaskarði
Ábøtur og asfaltering av kommunalum vegum
Halda fram at fullføra spillivatnsætlanina
Leggja nýggjan kaðal til pumpuskipanina á Toftavatni
Gera nýggja partin í kirkjugarðinum lidnan
Gera vinnuøkið við Rætt klárt at taka í nýtslu.
Gera brimverjuna í Oyrunum lidna
Byggibúning við Høganesvegin eins og við Regnavegin

Høvuðstølini í fíggjarætlanini fyri 2026 eru (í tkr.):

 

Nettoskuldin hjá Nes kommununu er dags dato 34,7 mió. kr., ið er 37,3 % av lániheimildini.

Tá ið allar ætlaðu íløgurnar eru lidnar við árslok 2026, verður nettoskuldin væntandi kr. 47.8  mió. kr., ið er áleið 45,9 % av  lániheimildini.

Býráðið í Nes kommunu ynskir framhaldandi at arbeiða fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagjóðari fíggjarstýring.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyskar lógir mugu samsvara við føroys…
Síðsta keypið hjá FØROYA BANKA SAVNINUM…
Hægri barna­frádrátt og betri systkinafrá…
Í morgin kl. 15 letur skoytubreytin upp!
Sildin drálar í íslendskum sjógvi
Brekumboðið byrjað virksemið 
Slóðbrót­andi svartkjaftatrol fiskar fram…
Theresa: - Leygardagu­rin er inngangur ti…
Rannvá vitjar Norðlýsið
Sonni Óli Djurhuus nýggjur kommunu­stjóri
Brekumboðið: Freistin at søkja fulltrúas…
Væl mannað hornorkestur
EFFO: Dagførdar viðskiftatreytir ávirka…
Nærri eftirlit við heimatænastu og eldra…
Jólasølan í Rógv – har teir góðu vinning…
Løgin boð frá Effo
Sjúrður Skaale trúttar við skeivum rokni…
Tað rennir kalt niður eftir bakinum
Kommunu­stjó­rin verður settur í dag
Dalsenni inni við 14.000 pundum