Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sildin drálar í íslendskum sjógvi

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  26.11.2025 - 17:18 Tíðindi Vinna

Um heystarnar er sildin í íslendskum sjógvi og plagar so at ferðast eystureftir í føroyskan sjógv, fyri so at fara í norskan sjógv. Í ár sær tað út sum hon bíðar við at fara úr íslendskum sjógvi

 

Mánadagin landaði Borgarin 670 tons av sild til Pelagos í Fuglafirði. Teir høvdu roynt á eysturlandi Íslands og fingu sildina í trý samdøgur, ella rættari tríggjar nætur.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum, og fekk tá eitt prát við Høgni Magnusson, sum er stýrimaður á Borgaranum. Hann greiddi soleiðis frá:

-Vit leitaðu fram við íslendska markinum eftir sild í eina viku, áðrenn vit fingu nakra sild. So fingu vit sild í tríggjar nætur, og fóru so at sigla inn.

-Íslendingar hava sett eitt 50 fjórðinga mark fyri hvussu nær føroyingar kunnu fiskað sildina. Tað er undrunarvert og frustrerandi at síggja, at bara 10-20 fjórðingar innanfyri hetta markið, er nógv sild at síggja, men vit kunnu ikki fiska hana har, sigur hann.

-Íslendingar fiskað nógvan svartkjaft í føroyskum sjógvi, og teir kunnu fiskað nærum allastaðni, so vit kenna hetta sera løgið. Nógv tosa og skrivað um at minkað dálkandi útlát, men tað er ikki tað vit upplivað, tá fleiri stór skip sigla og leita í dagavís eftir sild, ístaðin fyri at kunna fiskað hana har hon er, sigur Høgni.

-Hevur sildin sítt vanliga ferðingamynstur?

-Um heystarnar er sildin í íslendskum sjógvi og plagar so at ferðast eystureftir í føroyskan sjógv, fyri so at fara í norskan sjógv. Í ár sær tað út sum hon bíðar við at fara úr íslendskum sjógvi, sigur hann.

-Er tað stór sild tit fingu?

-Støddin var ymisk frá háli til hál. Hon er góð, men ikki feit. Vit fara aftur á sildaveiðu tá vit hava landað, sigur hann.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyskar lógir mugu samsvara við føroys…
Síðsta keypið hjá FØROYA BANKA SAVNINUM…
Hægri barna­frádrátt og betri systkinafrá…
Í morgin kl. 15 letur skoytubreytin upp!
Sildin drálar í íslendskum sjógvi
Brekumboðið byrjað virksemið 
Slóðbrót­andi svartkjaftatrol fiskar fram…
Theresa: - Leygardagu­rin er inngangur ti…
Rannvá vitjar Norðlýsið
Sonni Óli Djurhuus nýggjur kommunu­stjóri
Brekumboðið: Freistin at søkja fulltrúas…
Væl mannað hornorkestur
EFFO: Dagførdar viðskiftatreytir ávirka…
Nærri eftirlit við heimatænastu og eldra…
Jólasølan í Rógv – har teir góðu vinning…
Løgin boð frá Effo
Sjúrður Skaale trúttar við skeivum rokni…
Tað rennir kalt niður eftir bakinum
Kommunu­stjó­rin verður settur í dag
Dalsenni inni við 14.000 pundum