Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvør er Ársins Fyrstuhjálpari 2025?

SKRIVAÐ: Reyði Krossur Føroya  |  27.11.2025 - 10:36 Tíðindaskriv

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2025.

 

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

Eins og seinasta ár, fara vit eisini at lata Ársins Barnaheiður, ið verður latin børnum fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp.

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Øll kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av dómsnevnd í fyrstuhjálpini hjá Reyða Krossi.

Uppskot kunnu sendast til Reyða kross á frymlinum á heimasíðuni: https://redcross.fo/tilnevning/, á telduposti: arsinsfyrstuhjalpari@redcross.fo ella sum vanligur postur til Stiðjagøtu 6, 100 Tórshavn.

Freistin at senda inn uppskot fyri 2025 er 4. februar 2026, kl. 14.00.

Ársins Fyrstihjálpari verður kosin í februar 2026.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólasøla í Sóljuni
Hvør er Ársins Fyrstuhjálpari 2025?
Fyrsti heilsu­politikku­rin fyri Føroyar h…
Benjamin Hav & Familien á TÓRSFEST 2026
60 ára hald í Eiðis skúla
Jóla­trø­ini í Kalsoynni tendra í kvøld
FarPay selt fyri trísiffraða milliónaupp…
Grindamenni­nir hava rætt
Føroyskar lógir mugu samsvara við føroys…
Síðsta keypið hjá FØROYA BANKA SAVNINUM…
Hægri barna­frádrátt og betri systkinafrá…
Í morgin kl. 15 letur skoytubreytin upp!
Sildin drálar í íslendskum sjógvi
Brekumboðið byrjað virksemið 
Slóðbrót­andi svartkjaftatrol fiskar fram…
Theresa: - Leygardagu­rin er inngangur ti…
Rannvá vitjar Norðlýsið
Sonni Óli Djurhuus nýggjur kommunu­stjóri
Brekumboðið: Freistin at søkja fulltrúas…
Væl mannað hornorkestur