Lýsing
Lýsing
Lýsing
Louis Poulsen, grindaformaður í Norðoyggjum, heldur tað vera nakað tvætl, at sýslumenn og grindaformenn kunnu ákærast fyri lógarbrot bert fyri at bera seg at sum vant í grindadrápi. Og líkt er til, at hann hevur rætt | Mynd: Skíggjatak frá KvF

Grindamenninir hava rætt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.11.2025 - 07:00 Leiðarin Mentan Politikkur

Innan løgfrøðina er eitt hugtak, ið nevnist ”lex specialis”. Tað merkir, at ein spesifikk lóg er galdandi fram um eina generella lóg, tá ið tær stríða hvør ímóti aðrari. Av tí at grindalógin er meira spesifikk enn lógin um djóravælferð, er grindalógin tann galdandi, tá ið tað kemur til grindadráp. Er eitt grindadráp farið fram í tráð við grindalógina, eigur ákæra ikki at kunna reisast, tí tað er bert grindalógin, sum regulerar grindadráp.

 

Jens Jensen, fyrrverandi sýslumaður, er skuldsettur fyri at hava brotið lógina um djóravælferð. Tað er umboðið hjá Sea Shepherd í Føroyum, Valentina Crast, ið hevur meldað. Møguliga verða grindaformenninir eisini skuldsettir eftir somu lóg, og sum aftursvar hava teir gjørt greitt, at ongin grind verður dripin í Norðoyggjum, fyrrenn skuldsetingarnar eru sleptar ella sýslumaðurin fríkendur. Verður hann ikki fríkendur, kann tað tulkast sum, at øll grindadráp eru lógarbrot.

Tað hevur fingið Høgna Hoydal at sett ein fyrispurning um, hvør heimildin er fyri at skuldseta fyrrverandi sýslumannin. Hann vísir á, at kæran er komin frá einum útlendskum felagsskapi, sum ætlar sær at steðga grindadrápi, og spyr, um tað er rætt, at ákærur eru reistar, ella kunnu reisast, við støði í tí.

Og líkt er ikki til, at heimild er at skuldseta ella ákæra fyrrverandi sýslumannin ella grindaformenninar, skuldi tað komið so langt. Tí lógin um djóravælferð regulerar ikki grindadráp.

 

Lex specialis

Fyrrverandi sýslumaðurin er kærdur fyri brot á djóraverndarlógina. Djóraverndarlógin er ein generell lóg, sum fevnir um djóravernd av fiski, fugli, paddum, skriðdjórum, tíggjubeintum krabbadjórum, høgguslokkum, øðrum djórum, sum eru í varðveitslu hjá fólki, og súgdjórum (”mammalia”), §2 í lógini um djóravælferð. Av hesum koma hvalir gamaní undir súgdjór. So vítt so, so gott.

Men upp á hina síðuna hava vit eina grindalóg, sum greitt heimilar grindadrápi. Tann lógin fæst við smáhval burturav, t.e. grind, springarar, hvessingar og nísur. So er spurningurin: Um grindalógin sigur eitt, og lógin um djóravælferð nakað heilt annað, hvør teirra trumfar tá hina? Tað er greitt, at ein lægri lóg kann ikki stríða ímóti eini hægri, t.d. Stýrisskipanarlógini ella Grundlógini. Men hvat, tá talan er um lógir á sama stigi, sum í hesum føri?

Innan løgfrøðina finst hugtakið lex specialis. Á donskum verður sagt, at ” En specialregel går forud for en generel regel. Hvis én lov er mere specifik for situationen, anvendes den”. Tað merkir, at ein lóg, sum er ítøkilig fyri eitt øki, trumfar eina meira generella lóg.

Og her er tað heilt greitt, at tá lógin um djóravælferð nevnir yvirskipaða hugtakið ”súgdjór (mammalia), meðan grindalógin ítøkiliga nevnir grindahval, springarar, hvessingar og nísur, so er grindalógin tann, ið trumfar hina. Grindalógin regulerar grindadráp burturav, og tí eigur fyrrverandi sýslumaðurin at verða fríkendur, so leingi hann hevur yvirhildið grindalógina. Tí tað er bert hon, sum er galdandi fyri grindadráp.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tann góða filmsumsóknin
Borðtennis: Nýggj kvinna í FM-finaluni
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
86 milliónir til limakrónur og stuðul
Klakksvík skal eita Einvegis
Kamarsbrakið mikla
Klaksvíkar kommuna ynskir ikki Føroya Bj…
Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skap…
Føroya Banki hevur tilnevnt tveir varast…
Veðrið um vikuskiftið
Varpið aðalfund
Vinnumenning í Norð­oyggjum á breddanum
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Skúlin á Trøðni 50 ár: Ein varði í føroy…
Javnstøða skal vísast ikki lýsast
Útróðurin í dag
Samgongan slær egin orð upp í glens
Skapa karmar fyri oljuvinnu og kanna møg…
Beinir, Bárður og Jacob í lands­stýrið
Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinu…