FarPay selt fyri trísiffraða milliónaupphædd
Niðurlendska fyritøkan, POM Group, sum íløgugrunnurin Vortex Capital Partners, eigur meirilutan av, hevur keypt føroysku fyritøkuna FarPay, sum við keypinum tekur eitt týðandi stig út á evropeiska marknaðin.
Keypið sameinir tveir av teimum mest málrættaðu evropeisku aktørunum um eitt felags mál, sum er at seta ein nýggjan standard fyri sjálvvirkandi fakturering, gjalding og innkrevjing fyri alt Evropa.
Við handlinum fara POM og FarPay undir at sameina framkomna pallin hjá FarPay til sjálvvirkandi gjaldingar og bókhald við sterku støðuna hjá POM, tá tað snýr seg um innkrevjing og brúkarauppliving. Við tí skapa fyritøkurnar fíggjartøkni, sum fer um landamørk.
”Nú byrjar eitt nýtt tíðarskeið, har vit saman fara undir næsta stig í menningini av, hvussu vit sjálvvirkandi kunnu avgreiða útistandandi skuld í øllum Evropa”, sigur Rasmus Overbeck Christiensen, stjóri í FarPay.
”Vit hava bygt eina fyritøku, sum ger fíggjarligu mannagongdirnar hjá kundum í túsundatali einfaldari og sjálvvirkandi. Við at leggja saman við POM fáa vit nú umstøðurnar til at røkka longur og skjótari – og vit fáa umstøðurnar til at breiða okkara felags visión til alt Evropa”.
Tveir sterkir profilar – ein felags missión
Síðan 2014 hevur FarPay, við síni alt-í-einum loysn til sjálvvirkandi fakturering, uppkrevjing og bókhald, gjørt tað fløkjasliga einfalt fyri fyritøkur í Norðurlondum. Samstundis hevur POM gjørt vart við seg í Evropa við brúkaravinarligum gjalds- og innkrevjingarloysnum, sum byggja á eitt greitt lyfti: “Peace of Mind in Payments.”
Nú vera fyritøkurnar sameindar. Úrslitið er ein tøkniliga sterkur og skalerbarur platformur; sum gevur eina effektivari fíggjardeild og sum gevur endabrúkarunum eitt enn smidligari gjaldsupplivilsi – og eina fyrstafloks innkrevjingarloysn.
”Vit eru sera fegin um at bjóða FarPay vælkomnum í POM Group. Við at sameina fokus hjá POM og FarPay skapa vit ein evropeiskan pall, sum hækkar støðið hjá bæði fyritøkunum og teirra viðskiftafólkum”, sigur Martijn Brand, forstjóri í POM Group.
Strategisk støðutakan og vegurin fram
Við keypinum seta fyritøkurnar báðar hol á eitt nýtt kapittul. Fyri POM styrkir tað støðuna hjá samtakinum í Norðurevropa. Fyri FarPay letur tað upp fyri nýggjum funktiónum, nýggjum tilboðum, nýggjum netverki og nýggjum marknaðum, sum tekniskt fara flyta fyritøkuna upp á næsta stig.
Øll starvsfólk í FarPay halda fram og fyritøkan heldur fram sum sjálvstøðugt vørumerki í POM Group við egnum toymi og leiðslu – bara styrkt gjøgnum eitt tættari samstarv við POM. Sum partur av evropeisku vækstrarætlanini hjá samtakinum fer tað at skunda undir nýskapan og møguleikan fyri at fáa nýggjar funktiónir skjótari á marknaðin.
Fakta um FarPay
· Stovnað í 2014
· Skrivstovur í Tórshavn og Keypmannahavn
· Fleiri enn 1.500 kundar
· Fleiri enn 14 milliónir fakturar sendir í 2024
· Umsitið gjøld fyri 27 milliardir í 2024
· Í samband við 3,1 milliónir endabrúkarar í 2024
· ISO 27001- og ISO 27701-sertifiseringar
· Gazelle-fyritøka