Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frystilíniskipið Jákup B er ein av aktørunum í Klaksvík, sum verða meint raktir av broytingini hjá samgonguni av sjófeingislógini | Mynd: Skipalistin 2023

Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.05.2025 - 10:50 Leiðarin Politikkur Vinna

Broytingin í lógini um sjófeingi tykist verða snikkað til soleiðis, at JFK er valt út til at revsa – uttan at JFK hevur gjørt nakað ólógligt – og nú skulu smáir aktørar enntá eisini revsast afturfyri at samstarva við JFK. Aðrastaðni spyr borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, um tað yvirhøvur er legalt at gera so.

Landsstýrismaðurin, sum sjálvur býr í Eysturkommunu, sigur í skrivi, at um samtøk hava skipað seg við einum móðurfelagi, sum øll loyvi verða kanaliserað ígjøgnum, so merkja tey ikki lógarbroytingina negativt nú. Varðin, sum eisini hevur heimstað í Eysturkommunu, verður ikki raktur. Orðarætt sigur landsstýrismaðurin, at ”Tað eina samtakið hevur ikki skipað seg soleiðis, og er tað tískil helst eisini tað einasta, sum veruliga følir hesa broytingina her og nú.”

Hetta eina ”samtakið” er JFK í Klaksvík.

Men sum tað eisini er nevnt fleiri ferðir, so verða nú onnur reiðarí í Klaksvík eisini rakt, tí tey verða roknað sum ”nærstandandi feløg” hjá JFK. 

Andstøðan royndi at fáa broytingina útsetta, og tað hevði givið reiðaríunum í Klaksvík eitt skotbrá til at umrátt seg í, um tey vildu skipa seg í eitt samtak við móðurfelagi eins og t.d. Varðin, og um ja, so fingið stundir til at gjørt neyðugu bygnaðarbroytingarnar. Hevði tað verið gjørt, so vóru øll feløg skipað á tann hátt, sum landsstýrismaðurin sigur seg vilja hava tey skipað.  

Men tað skotbráið vildi samgongan ikki geva teimum. So kann man spyrja, um orsøkin til tað var, at so fekk man ikki revsað JFK og hini reiðaríini í Klaksvík.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur