
Andstøðan stóð saman, samgongan ikki
Ingilín Didriksen Strøm, Hans Jacob Thomsen og Hervør Pálsdóttir atkvøddu ímóti, Høgni Hoydal fór á dyr, Bjarni Hammer atkvøddi blankt, men at enda samtykti Løgtingið eitt uppskot frá løgtingsgrannskoðarunum um, at Landsstýrið skal gera eina frágreiðing um Bústaðir. Hetta hóast ein samd Fíggjarnevnd mælti til at samtykkja tað
Fríggjadagin 2. mai var uppskot til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um at biðja Landsstýrið um at gera eina frágreiðing av Bústøðum/Húsalánsgrunninum. Ein samd Fíggjarnevnd mælti Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Løgtingsgrannskoðararnir koma allir úr 4 teimum stóru flokkunum á tingi – Jóhannis Jensen (C), Erhard Joensen (B), Erling Eidesgaard (E) og Jacob Vestergaard (A). Fíggjarnevndin hevur limir úr øllum flokkunum á tingi.
Tí skuldi ein roknað við, at uppskotið fór at verða einmælt samtykt.
Men fyrrverandi landsstýriskvinnan á økinum, Ingilín D. Strøm, atkvøddi ímóti at gera eina frágreiðing um Bústaðir. Tað sama gjørdi Hervør Pálsdóttir. Báðar førdu fram, at tær vildu hava framat-rættaðan politikk, ikki fleiri frágreiðingar. Hans Jacob Thomsen tók als ikki orðið, so vit vita ikki, hví hann var ímóti. Høgni Hoydal tók orðið, men fór síðani út og atkvøddi tí als ikki.
Málið varð tó samtykt við 23 atkvøðum fyri, teimum nevndu 3 ímóti, og einari blankari. Annika Olsen úr Tjóðveldi var á sjálvum tingfundinum hendan dagin, men ikki í salinum og atkvøddi tí ikki. Dennis Holm og Liljan Weihe vóru ikki til staðar heldur. Bjørt Samuelsen atkvøddi fyri. So í Tjóðveldi atkvøddu bara tvær, onnur fyri og hin ímóti, meðan 4 ikki greiddu atkvøðu.
Málið gjørdist tí enn eitt dømi um, at samgongutingfólk eru farin at ganga egnar leiðir. Summi ímóti eini samdari Fíggjarnevnd, onkur fyri, og summi gingu móti úthurðini.