Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í gjár var tað Liljan Weihe, sum ikki gekk í takt og tí atkvøddi ímóti einum uppskoti frá løgmanni. Í dag er tað Bjarni Hammer, sum atkvøðir ímóti einum uppskoti frá fiskimálaráðharranum. Samgongusamstarvið hongur framvegis saman, men líkt er til, at límið er í ferð við at geva eftir | Mynd: skíggjatak frá logting.fo

Samgongan í spakuligari upploysn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.05.2025 - 15:25 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Samgongan er ikki í einari akuttari kreppu, men í einari meira seigari tilgongd, har samgongutingfólk eru farin at atkvøða, sum tey sjálvi vilja, og saman við andstøðu. Tann seinasti er Bjarni Hammer, sum atkvøddi ímóti broytingini í sjófeingislógini í dag. Forfólkini í samgonguflokkunum standa av tí sama eftir sum veikir leiðarar, ið ikki hava stýr á sínum flokkum.

 

 

Broytingin í sjófeingislógini fór ígjøgnum við 13 atkvøðum fyri og 12 ímóti, og tað merkisverda var, at Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum atkvøddi ímóti uppskotinum hjá samgongufelagnum Tjóðveldi.

Í gjár atkvøddi Liljan Weihe úr Tjóðveldi ímóti uppskotinum um Suðuroyartunlinum hjá samgongufelagnum løgmanni.

Og í fjør atkvøddu Hanna Jensen og Sólvit Nolsøe í Framsókn ímóti uppskotinum hjá egna flokki sínum um fosturtøku.

Tað gerst tí meira og meira greitt, at tingfólk kenna seg frítt stillað um, hvussu tey atkvøða, og tað kann lættliga koma at bíta samgonguna í halan, tá tey bæði stórmálini pensiónsaldurin og Suðuroyartunnilin koma fyri til 3. viðgerð tann 19. mai. Breið undirtøka var gamaní fyri Suðuroyartunlinum, meðan einans samgongutingfólk taka undir við at hækka pensiónsaldurin.

Hægri pensjónsaldur varð samtyktur við 16 atkvøðum móti 13, og tað merkir alt annað líka, at bara 2 samgongutingfólk skulu fáa kaldir føtur, so fellur málið.

Í gjár var altjóða arbeiðaradagur, og tá fingu bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi av grovfílini frá arbeiðarafeløgunum fyri at hava svikið arbeiðarastættina við at hækka pensjónsaldurin. Í dag útsetti tingforkvinnan 3. viðgerð av málinum, tí ”tað var komið eitt ynski” um tað. Tað kundi bent á, at ikki øll tey 16 samgongutingfólkini eru eins álvulig við at hækka pensjónsaldurin.

Tað er í øllum førum greitt, at tingfólk eru farin at ganga egnar leiðir, og at allir tríggir samgonguflokkarnir hava leiðslutrupulleikar og fólk, sum ikki ganga í takt. Fær tað onga avleiðing fyri Liljan Weihe ella Bjarna Hammer, at tey atkvøddu eftir egnari sannføring og ikki eftir flokslinjuni, ja, so er tað eitt signal til hini samgongutingfólkini um, at tey kunnu gera tað sama.

Og tá er upploysnin ikki spakulig longur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Andstøðan stóð saman, samgongan ikki
Fiskimála­ráð­har­rin og Pontius Pilatus
Tað er ikki nógvir útróðrarmenn eftir í…
Nýggir kavarar klárir
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Ester Skála á Summar Festival
Gloym meg ei - Stuðuls­konsertin 2025
Landnyrðings­føroyar – tapara- og vinnara…
Svartkjaftastovnu­rin í minking
Sálarligur harðskapur, tráfylging og ága…
Kim og Føroya Symfoniorkestur í Norðurla…
Alt til lands – í Norra
Nes Kommuna veksur við fullari ferð
Samgongan í spakuligari upploysn
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Veðrið um vikuskiftið
Til minnis um Steinfinn Matras
Størsti sigur hjá KÍ síðani 1998
10-0 til KÍ