Skommin í Gijón
Í nátt klokkan trý hittast Algeria og Eysturríki í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Vinnandi liðið tryggjar sær víðari luttøku í HM. Tað serliga við dystinum er, at tað millum londini er ein søga, sum einaferð fekk avleiðingar fyri kappingina
Søgan gongur aftur til HM-endaspælið í Spania í 1982 og eina hending, sum verður nevnd “The Disgrace of Gijón” (Skommin í Gijón.)
Støðan var tann, at Algeria hevði skrivað seg inn í HM-søguna við at vinna 2-1 á Vesturtýsklandi í fyrsta dystinum í bólkaspælinum. Hetta var ein av størstu sensatiónunum nakrantíð í HM-samanhangi. Síðani tapti Algeria 2-0 fyri Eysturríki, men reisti seg aftur við einum 3-2 sigri á Kili. Hóast teir sostatt høvdu vunnið tveir av trimum bólkadystum, stóð liðið framvegis í einari ivasamari støðu.
Algeria hevði spælt allar sínar dystir, og lá lagnan tí í seinasta bólkadystinum millum Vesturtýskland og Eysturríki. Roknistykkið var einfalt: Vann Vesturtýskland við einum ella tveimum málum, fóru bæði evropeisku liðini víðari, og Algeria varð sent heim. Endaði dysturin hinvegin við sigri til Eysturríkis, javnleiki, ella vann Vesturtýskland við trimum málum ella fleiri, kom Algeria víðari.
Spenningurin var øgiligur í Gijón, tá dómarin bríkslaði dystin í gongd. Eftir ellivu minuttir skoraði Vesturtýskland til 1-0.
Tað, sum hendi eftir hetta, fekk áskoðarar, viðmerkjarar og onnur fótbóltsáhuga at vamlast. Leikararnir á báðum liðum tóktust hava lítlan áhuga í at leypa á. Bólturin varð fyri tað mesta spældur runt á miðvøllinum, og fáar veruligar málroyndir vóru fram til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki vóru bert tvær skotroyndir, og hvørgin av teimum rakti málið. Seinasta skotið í dystinum kom longu í 54. minutti.
Hagtølini vísa, at liðini í stóran mun hildu seg á egnari hálvu. Heili 58 prosent av øllum avleveringum í seinna hálvleiki vóru framdar á egnari hálvu og yvir 90% av øllum avleveringum hjá báðum liðum vóru væleydnaðar.
Áskoðararnir byrjaðu at floyta og rópa ímóti leikarunum, meðan summir veittraðu við pengaseðlum fyri at vísa sína misnøgd.
Týski frásøgumaðurin, Eberhard Stanjek, bað beinleiðis hyggjararnar um at sløkkja sjónvarpið, meðan dysturin var í gongd. “Eg ráði tykkum til ikki at hyggja. Sløkkið sjónvarpið.” segði hann.
Eisini eysturríkski frásøgumaðurin, Robert Seeger, vísti sína misnøgd og bað áskoðararnar um umbering fyri tað, sum fór fram á vøllinum.
Tá dómarin bríkslaði dystin av, hevði Vesturtýskland vunnið 1-0. Úrslitið sendi Vesturtýskland og Eysturríki víðari, meðan Algeria varð sent úr kappingini. Stórt kjak varð eftir dystin um at hetta týðiliga var avtalað spæl.
Hetta varð tó ongantíð prógvað, og FIFA revsaði hvørki Vesturtýskland ella Eysturríki fyri dystin. Ein FIFA-varaforseti segði tá, at tað ikki vóru reglur, sum bannaðu liðum at spæla “sum tey vilja”.
Formelt varð úrslitið góðkent og lógligt, men moralskt varð dysturin dømdur sera hart av miðlum og fótbóltsáhugaðum kring allan heimin. Avleiðingin var kortini stór, tí eftir hendingina broytti FIFA skipanina, soleiðis seinastu bólkadystirnir verða spældir samstundis.
So verður spennandi at vita um Algeria megnar at fáa sína hevnd í nátt.