Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum

SKRIVAÐ: Margit Stórá, landsstýriskvinna  |  15.06.2026 - 19:45 Politikkur Tíðindaskriv

Vit skulu seta okkum eina null-hugsjón tá tað snýr seg um arbeiðsvanlukkur í Føroyum - og tað beinanvegin. Hetta má vera eitt felags mál fyri politisku skipanina, arbeiðsgevarar og fakfeløgini, og krevur, at vit øll taka lógvatak saman.

 

- Vit kunnu ikki liva við, at vit í Føroyum hava so nógvar arbeiðsvanlukkur og álvarsligar arbeiðsvanlukkur. Hetta kunnu og skulu vit gera betri, sigur Margit Stóra, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.

 

Ein null-hugsjón á økinum skal hjálpa okkum øllum til bæði at gera tiltøk og skipanir á arbeiðsmarknaðinum. Tað eru nakrar politiskar avgerðir, sum skulu takast og átøk setast í verk. Eisini arbeiðsgevarar skulu arbeiða meira við átøkum at minka um vandan, og tey, sum arbeiða, skulu eisini styrkja hugburðinum til trygd á arbeiðsplássunum. Tað finst ikki nøkur einføld loysn til hesar avbjóðingarnar. Tær koma av nógvum ymiskum orsøkum, men vit hava nógvar knøttar, vit kunnu skrúva upp á.

 

Fyrst av øllum, so mugu vit øll verða samd um, at hetta kunnu vit gera betri. Vit mugu vilja!

 

Tað er neyðugt við lógum og reglum á økinum, og at halda eyga við, at hesar verða fylgdar. Tó kunnu vit ikki regulera okkum burturúr avbjóðingini og náa málinum við píski. Á øllum arbeiðsplássum er tað so, at vit náa ikki málinum um bestu trygd tí vit SKULU - men tí vit VILJA.

 

Frá politiskari síðu skulu vit gera neyðugar reglur, og vit skulu eisini fylgja við, um tær verða hildnar. Vit eiga at styrkja stovnin, sum vit hava á hesum økinum, frá at vera eitt eftirlit til at verða ein arbeiðsumhvørvistænasta, sum skal stuðla undir okkara null-hugsjón.

 

Allar arbeiðsvanlukkur kunnu í prinsippinum fyribyrgjast. Hetta kann gerast, um øll arbeiðspláss hava felags fokus á trygd, sum ein natúrligan part av gerandisdegnum.

 

Sum landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum havi eg fyri stuttum sett eitt nýtt Arbeiðsumhvørvisráð. Ráðið fer nú til verka við hesum málum sum hægstu raðfesting. Hetta er eitt ráð, sum er samansett av umboðum fyri arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar, land, kommunur og starvsfólk. Tað er júst eitt virkið samstarv millum hesar partar, sum skal føra okkum fram á leiðini við eini null-hugsjón um arbeiðsvanlukkur í Føroyum.

 

Vit mugu lyfta í felag. Øll somul. Og tað eri eg sannførd um, at øll vilja. Fólk skulu ikki koma til skaða av at fara til arbeiðis, og í ringasta føri lata lív við at fara til arbeiðis.

 

- Vit vilja basa arbeiðsvanlukkunum í Føroyum, sigur Margit Stóra, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, at enda.

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival