Veðrið í vikuni
Hann fer at vera høgur í dag og í morgin afturat. So fer hann eysturum og gongur næstu dagarnar niður í sunnan. Hitalagið fer nøkur stig upp, men tað fer at vera slavnari luft og okkurt brúgvalag við regni fer at leggja leiðina framvið.
Hann fer at vera høgur í dag og í morgin afturat. So fer hann eysturum og gongur næstu dagarnar niður í sunnan. Hitalagið fer nøkur stig upp, men tað fer at vera slavnari luft og okkurt brúgvalag við regni fer at leggja leiðina framvið.
Tað, sum hevur givið okkum høgætt í nakrar dagar, er eitt lágtrýst eystanfyri. Tað grynnist og er burtur í morgin. Eftir tað er tað eitt lágtrýst, sum fer at leggja seg nakrar 100 fjórðingar í útsynning úr Føroyum, sum fer at stýra veðrinum her hjá okkum.
Týsdagin og frameftir fer ættin fer vera um sunnan. Mikunáttina og allan mikudagin fer eitt brúgvalag við regni at liggja omanfyri. Annars fleiri dagar við ælaveðri.
Veðrið fram til næsta vikuskifti:
Mánadagin:
Lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Seinnpartin gongur hann eysturum til landnyrðing og um kvøldið niður í eystan. Alllan dagin samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 12 stig.
Týsdagin:
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, meðan hann gongur niður í landsynning. Um kvøldið og náttina regnar. Hitin 8 til 13 stig.
Mikudagin:
Lot til frískt lot av landsynningi og suðuri, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 9 til 14 stig.
Hósdagin:
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Hitin 9 til 14 stig.
Fríggjadagin:
Lot til frískt lot millum landsynning og útsynning, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft við ælaveðri. Hitin 8 til 13 stig.