Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heiðabáturin verður "The Dark Horse" á Eystanstevnu, varð tikið til í Nøglini. | Mynd: Egin mynd.

Nøglin tippar topp-3 í áttamannafarsróðrinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.06.2026 - 13:56 Ítrottur Poddar

Her tippa veteranarnir Kristmund Petersen og Hjalmar Zachariassen áttamannafarsróðurin á Eystanstevnu. Teir seta eisini orð á, júst hvør tað er, sum ger munin fyri Heiðabátin, sum teir báðir tippa sum nummar 3.

Kristmund Petersen leggur fyri: – ”Teir á Gullbrandi eru øgiliga væl fyri fysiskt, og har eru nógvir góðir rógvarar umborð. Eg hevði tó væntað av teimum, at teir fóru at vinna á 1.000 metrum á Norðoyastevnu. Ørvur hevur eina yngri manning, og teir síggja tað lættari út, umframt ein erfarnan rógvara av Havnarbátinum frá í fjør, sum tó ikki verður við alt summar; einans 3 stevnur.

Á Norðoyastevnu var rættiliga javnt inntil 700 ella 800 metrar, so fer Ørvur avstað. Gullbrandur hevur slett ongan endaspurt; eg trúgvi ikki eingong, at ferðin fór upp. Tað er ein avgjørdur veikleiki, og tað er øgiliga keðiligt. Tað inniber, at teir mugu vera leysir á Eystanstevnu, tá endaspurturin verður. Eg vænti tí, at Ørvur aftur verður nr. 1 og Gullbrandur nr. 2. Eg vænti, at Heiðabáturin verður nr. 3 á heimasjógvi á Eystanstevnu”, sigur Kristmund.

Hjalmar Zachariassen tippar soleiðis: – ”Tað kann væl verða, at Heiðabáturin verður nummar trý. Ørvur hevur eina so sterka manning, at hon kundi róð móti 10-mannaførunum. Gullbrandur var øgiliga væl við meginpartin av vegnum, so eg havi somu raðfylgju sum Kristmund: Ørvur nummar eitt, Gullbrandur nummar tvey, og so tekur Heiðabáturin triðja plássið frá Kvívikingi.

Grundgevingin fyri hesum síðsta er, at Jógvan Hendriksson ger munin fyri triðjaplássið.

Her stemmar verturin, Svein Rógvi Nielsen, í, og væntar at Heiðabáturin fer at klára tað uppaftur betur: – ”Eg vil kanska koyra Heiðabátin eitt sindur longur upp í feltinum. Hann er The Dark Horse í kappingini, men hann hevur somu útfordringina sum Gullbrandur; tá teir fara upp í endabekk, tveita teir tvey akker út”.                

 

Á Norðoyastevnu var úrslitið hetta:

1. Ørvur 4:56.57

2. Gullbrandur 4:59.31

3. Kvívíkingur 5:07.00

4. Heiðabáturin 5:07.38

5. Argjabáturin 5:11.31

6. Gøtu-Tróndur 5:16.42

7. Sørvingur 5:18.32

8. Tórsbáturin 5:31.10

 

Sendingin Nøglin við upptakt til Eystanstevnu kann hoyrast her

Lýsing
Seinastu tíðindini
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…