Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dale og Kirsten avmyndaði uttanfyri Norðlysið. Tey vóru á veg í Kalsoynna at síggja kópakonuna og møttu Absalon Matras, fullu í prát við hann og greiddu honum frá um ættarbondini hjá Kirstin; Absalon gjørdi skjótt av og beindi tey á gátt her hjá okkum á Norðlýsinum og so kom ferð á leitingina.  | Mynd: Jóhann Lützen

Kirstin leitar eftir familju sínari í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.06.2026 - 14:24 Poddar Tíðindi

Abbi mín kallaðist Daniel Eli Olsen og eg vóni at onkur kann siga mær meira um míni ættarbond í Føroyum, sigur Kirstin Allenby úr Grimsby

 

Vit fingu eina forkunnuga vitjan ígjár,  tá eitt par úr Grimsby kom á gátt. Kirstin og Dale Allenby eru komin eina ferð til Føroyar at njóta nakrar frídagar. 

Men tað er eisini ein onnur orsøk - Kirstin hevur ættarbond til Føroyar. Abbi hennara kallaðist Danel Eli Olsen, hann andaðist í 1992, sigur hon. 

Kirstin veit ikki nógv um slektina í Føroyum og tískil hevði hon verið meira enn fegin, um vit kundu hjálpt henni við at funnið slóðina. Tað gera vit fegin. 

Síðani prátið hava vit gjørt nakað av rannsóknararbeiði. Daniel Eli Olsen varð føddur í 1918 og andaðist sum sagt í 1992. Foreldur hansara vóru Daniel Jóhan Olsen (f. 1886 - d. 1935) og Anna Sofía Elisabeth Olsen, fødd Thomsen ( f.1884 - d. 1948). 

Fólk sum vita um hesa slektina kunnu seta seg í samband við okkum á info@nordlysid.fo og so kunnu vit seta tykkum í samband við Kirstin. 

Hoyr samrøðuna niðanfyri. Hon er á enskum. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival