KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Tað eru arvafíggindarnir í føroyskum fótbólti, sum skulu møtast í Klaksvík í dag. Bæði liðini hava ongan dyst tapt, og tí er sera tætt í toppinum.
KÍ kvinnurnar hava havt eitt sera gott kappingarár, men tað hevur HB eisini havt. Hvørki av liðunum hava tapt nakran dyst. Einasti dystur sum er endaður við javnleiki, er millum júst hesi bæði liðini.
KÍ og HB hava møtst tvær ferðir áður í ár. Fyrstuferð var til stórsteypadystin. Tá vann KÍ ein sannførandi sigur. Seinnuferð var fyrsti landskappingardystur, sum bleiv spældur í Gundadali. Hóast HB kom framum, so svaraði KÍ aftur, og helt 2-1 støðuna heilt fram til dystarenda, tá ið HB fekk eina frísparksstøðu, sum endaði við at bólturin fór í málið til 2-2.
Durita Hummeland segði við facebook síðuna hjá KÍ í gjár, at tær ætla at vinna dystin í kvøld, tí hóast tær spældu betri en HB í Havn, so megnaðu tær ikki at lukka dystin.
Spurningurin er, um tað hevur verið ein fyrimunur ella vansi, at KÍ kvinnurnar høvdu 10 landsliðsleikarar við til ferðina hjá landsliðnum, meðan HB bert hevði tveir leikari við hesaferð.
Dysturin verður brígslaður í gongd kl. 19.00.