Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
Uttanríkis- og fiskimálaráðið er við Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu, á odda á ferð í Suðurkorea, umboðandi landsstýrismannin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárð á Steig Nielsen, ið er upptikin av norðurlendskum fundum fyri fiskimálaráðharrar. Ferðin er eitt samstarv við Vinnuhúsið, har ið vinnuumboð og umboð fyri Klaksvíkar kommunu og SEV luttaka.
Endamálið við ferðini er at halda áfram við tilgongdini at menna sambondini millum londini við tí fyri eyga at tryggja Føroyum betri marknaðaratgongd og økja samstarvið innan vinnu, samhandil og samfelagsmenning.
Ein týdningarmikil partur av skránni er fundir á politiskum stigi. Landsstýriskvinnan hevur havt fund við varauttanríkisráðharran, Park Jong Han, har tosað varð um møguleikar fyri øktum samstarvi á handilsøkinum, men eisini innan aðra vinnu, orku, skipasmíð og onnur øki av felags áhuga. Somuleiðis varð fundur hildin við hav- og fiskimálaráðharran, Hwang Jong-woo, har evni sum fiskivinna, alivinna, burðardygg gagnnýtsla av havtilfeinginum og nýskapan á sjóvinnuøkinum vórðu umrødd. Eisini var høvi hjá landsstýriskvinnuni at hitta umboð fyri Korea Institute for Health and Social Affairs, sum greiddu frá arbeiðinum hjá stovninum, serstakliga hvussu tey vilja brúka vitlíki og tøkni at loysa týðandi avbjóðingar á heilsu- og vælferðarøkinum.
Afturat hesum hevur sendinevndin vitjað Busan Port, sum er størsta havnin í Suðurkorea og ein av teimum mest brúktu bingjuhavnunum í heiminum. Eisini vitjaðu vinnuumboðini HD Hyundai Heavy Industries, ein av størstu skipasmiðjunum í heiminum, har føroysku luttakararnir fingu innlit í framkomið skipasmíð, nýggja tøkni og menningina innan grønar loysnir í altjóða sjóvinnuni.
Ferðin hevur styrkt sambondini millum Føroyar og Suðurkorea og givið innlit í bæði vinnulig, politisk og samfelagslig viðurskifti í einum av fremstu búskapum í Asia, og er ein týðandi liður í menningini av samstarvinum frameftir.