Lýsing
Lýsing
Várkonsertirnar í Klaksvíkar Tónlistaskúla
Nógvar konsertir hava verið hesar seinastu vikurnar við næmingunum á Tónlistaskúlanum, bæði á Skúlatrøð og Tónlistaskúlanum, eisini í Varpinum og á Biskupstorgi
Næmingarnir hava eisini vitjað ellis- og røktarheimini og spælt fyri búfólkunum. Fyrr í vár spældu teir til føstuguðstænastur í Klaksvík, Árnafirði og á Húsum.
Vit takka øllum fyri árið, næmingum, foreldrum, lærarum og teimum, sum vitja konsertirnar so trúliga.
Vit ynskja øllum eitt gott summar og gleða okkum til nýggja skúlaárið.
Seinastu tíðindini