Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimskendir gospelartistar í Varpinum leygarkvøldið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.06.2026 - 22:06 Mentan Tíðindi

Leygarkvøldið 20. juni kl. 19:00 verður ein serstøk gospelkonsert í Varpinum í Klaksvík, tá tveir av kendastu gospelartistunum í USA, Lynda Randle og Guy Penrod, fara á pall saman við norska bólkinum Øklands

 

Lynda Randle er kend kring allan heim fyri sína djúpu rødd, sín sterka boðskap og sangir sum God On The Mountain og I'm Free. Í nógv ár var hon ein av fremstu solistunum hjá Gaither Homecomming og hevur síðani havt eina framúrskarandi solokarrieru.

Guy Penrod er somuleiðis ein av mest virdu røddunum innan gospelheimin. Hann gjørdist serliga kendur sum høvuðssangari í Gaither Vocal Band, har hansara sermerktu rødd og framførsla hava rørt milliónir av fólkum kring heimin.

Skráin fevnir um fleiri av teimum kendastu gospelklassikarunum, sum hava gjørt bæði Lynda Randle og Guy Penrod kend, umframt nakrar nýggjari sangir. Eisini verður møguleiki at hoyra tey framføra saman á palli.

Áhugin fyri konsertunum hevur verið stórur. Hetta er einasta konsertin hjá teimum báðum í Evropa í ár, og umframt fólk út øllum Føroyum eru fleiri úr útlandinum, sum  hava tryggjað sær atgongumerki.

Eisini luttekur norski bólkurin Øklands, sum hevur gjørt seg galdandi á norska gospel- og kristiliga tónleikapallinum í nógv ár. Við sínum eyðkenda ljóði, sterku sangrøddum og hjartanemandi boðskapi um trúgv og vón hevur bólkurin rørt nógv fólk bæði í Noregi og uttanlands. Limirnir í bólkinum eru úr somu familju, og hetta gevur framførslunum eitt serligt samljóð og nærveru.

– Vit gleða okkum stórliga til hetta stóra spennandi tiltak. Talan er um listafólk á hægsta altjóða støði, men samstundis menniskju við einum sterkum og lívgevandi boðskapi. Vit vóna, at hetta verður eitt kvøld, sum bæði fer at gleða og inspirera teimum mongu, sum koma til konsertina, siga fyrireikararnir.

Fá atgongumerki eru framvegis tøk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…