Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott veður í vikuni, sum stendur fyri framman. 5-daga forsøgnin sigur, at hann fer at liggja millum landsynning og útsynning fram til seinnapartin hósdagin. Lágættirnar eru yvirhøvur góðar norðanfyri, so vit kunnu vænta gott veður. Ikki vist, at tað loftið er klárt við sólskini, men vindurin lítil og næstan einki avfall. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.06.2026 - 12:33 Tíðindi Veðrið

Veðurkortini fyri vikuna, sum stendur fyri framman, eru als ikki so galin. Lítil vindur av ættunum millum landsynning og útsynning, og bert okkurt ælið fram til seinnapartin hósdagin.

Eitt lágtrýst fer í dag at leggja seg yvir Ísland, og tað fer at draga lýggja luft til sín – og á leiðini liggja vit. Hetta fer at vera líka fram til seinnapartin hósdagin, tá ið eitt lágtrýst fer eystureftir beint sunnanfyri. Tá fer ættin úr landsynningi upp í norðan, og dagin eftir gongur hann so vesturum til útnyrðing.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:  

Mánadagin:

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og kanska okkurt ælið. Um náttina gongur hann eystur til landsynning, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 9 til 12 stig.

Týsdagin:

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið í støðum. Um kvøldið og náttina lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 12 stig.

Mikudagin:

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið í støðum. Hitin 8 til 12 stig.

Hósdagin:

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin gongur hann upp í eystan, tað dregur á luftina og fer at regna. Um kvøldið lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Um náttina hækkar hann upp í norðan. Hitin 9 til 11 stig.

Fríggjadagin:

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, sum fyrrapartin gongur niður í útnyrðing, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 8 til 11 stig.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival