Útróður ein føroysk vinna og siðvenja undir trýsti
Tá fiskidagaskipanin varð sett í verk fyri bólk 5, vóru 22.000 fiskidagar tøkir. Síðan tá er talið av fiskidøgum áhaldandi skorið niður. Í 2025 var dagatalið komið niður á 6.808 dagar. Hetta svarar til eina lækking upp á meira enn 15.000 dagar ella 70%.
Útróður hevur verið ein natúrligur partur av føroyska samfelagnum so langt aftur, sum vit kenna okkara søgu. Áðrenn stóra føroyska fiskivinnan varð ment, var tað útróðurin, sum helt lív í nógvum bygdum og gav familjum eitt íkast til lívsgrundarlagið.
Men útróður er meira enn bara vinnuligt virksemi. Hann er ein týðandi partur av føroyskari mentan og okkara samleika. Eins og seyðahald og aðrar gamlar føroyskar siðvenjur er útróður við til at knýta ættarlið saman. Kunnleiki, royndir og siðir verða latnir víðari frá eldir til yngri tvørtur um ættarliðini. Felags áhugi, sum bindur familjur og ættarlið saman.
Tá fiskidagatalið verður skert við 70%, er torført at síggja tað sum annað enn eina munandi niðurlaging av møguleikunum hjá hesi vinnu. Tað er tí viðkomandi at fáa upplýst, hvussu stórur partur av fiskidaganýtsluni stavar frá sera smáum avreiðingum, og um grundarlag er fyri at broyta skipanina, eitt nú við einum minstamarki, nær ein avreiðing skal telja við.
Spurningurin er, um politiski viljin framvegis er til staðar at varðveita og menna hesa rótføroysku vinnu- og mentanararv, ella um vit politiskt hava góðtikið, at ein av elstu og mest eyðkendu føroysku vinnum og siðvenjunum spakuliga hvørvur?
Fróði Magnussen Løgtingsmaður, Fólkaflokkurin