Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímóti Skotlandi

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  06.06.2026 - 22:46 Ítrottur Tíðindi

Finalan verður ímóti San Marino sunnudagin kl. 16. San Marino vann sína hálvfinalu á Norðurírlandi 3-0 (25-17, 25-27, 25-18, 25-20). Í bólkaspælinum vann San Marino 3-1 (25-21, 22-25, 25-12, 25-17) á Skotlandi.

 


SCA-kappingin í Írlandi, hálvfinala:
Føroyar – Skotland: 3-2 (25-18, 23-25, 25-23, 20-25, 15-12)


Sum endin hevði verið á fyrsta setti, sá út til, at at Føroyar fóru at vinna hálvfinaluna uttan tað stóra hóvastákið, men tað skuldi vísa seg at gerast so nógv øðrvísi, tí skotarnir vóru ógvuliga treiskir og trýstu Føroyar út í fimm sett og vóru á odda 11-10 í javnbrótaranum, sum Føroyar tó við tógvið stríð vunnu 15-12. 


Skotland hevði eisini lagt betur fyri í fyrsta setti og var á odda við trimum stigum fyrstu løtuna, til Føroyar javnaðu til 10-10 við blokki frá Filip Ilic og Tóka í Haraldstovu og drógu síðani so líðandi frá og vunnu settið 25-18 við smassji frá Filip Ilic.


Í øðrum setti vóru Føroyar fyri tað mesta aftanfyri, undantikið miðskeiðis í settinum, tá ið Føroyar løgdu seg á odda 14-11. Føroyar megnaðu tó ikki at halda fast í leiðsluni, og endin varð, at Skotland vann settið 25-23, eftir at serliga blokkurin hevði staðið sterkur.


Í triðja setti hevði gingið púra javnt, til Føroyar móti endanum fóru frá 18-18 upp á 23-18. Her sóu vit stórspæli frá libero Silasi Poulsen, sum fekk øll smassjini uppaftur, sum skotarnir sendu móti føroyska liðnum. Føroyar løgdu seg eisini framum 24-21, men Skotland yvirlivdi tveir settbóltar, áðrenn Hjørtur Joensen loksins avgjørdi settið til 25-23 til Føroyar.


Liðini skiftust um at vera á odda í fjórða setti, men við góðum blokkspæli fór Skotland undan móti endanum og vann 25-20.


Og so var javnbvrótari á skránni. Føroyar løgdu seg á odda 5-2, men Skotland javnaði til 6-6 og fór framum 11-10. Føroyar hildu tó høvdið kalt og fóru framumaftur, og lættin var stórur, tá Filip Ilic smassjaði til 15-12 og sendi Føroyar í finaluna.



Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival