Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gamla Slanga á Tvøroyri

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  06.06.2026 - 11:48 Mentan Tíðindi

Neyvan hevur betri siglari verið í Føroyum enn gamla Slanga hjá Mortensens handli á Tvøroyri, sigur Føroya siglingarsøga. Skonnartin førdi og toldi stór segl, tí hon hevði høgan blýkjøl, og nógvur vindur skuldi vera, áðrenn rep varð tikið niður.

 

Snake, sum skipið áður nevndist, var góð 20 tons og smíðað í 1845 í Douglas á bretsku oynni Man. Mynd: Tjóðsavnið.

Jóhan Mortensen úr Øravík (1816-79) legði í síni tíð støði undir størsta handils- og reiðaravirki her á landi. Hann setti seg niður á Stóratippinum á Tvøroyri í 1859 og bygdi sær sethús við krambúð í endanum umframt pakkhús beint niðanfyri oman móti sjónum.

Slangan, sum Jóhan Mortensen keypti úr Liverpool 7. juni 1875, var seinasta skipið, hann var við til at keypa. Jákup Mortensen, sonur hansara, førdi skonnartina til Føroya og kom á Trongisvág við henni jóansøkudag sama summarið.

Dánjal Thomsen, Sandingurin nevndur, tók stutt eftir við og førdi hana árið at enda. Í 1876 førdu Dion Emil í Puntabyrgi og Napoleon hjá Jóhan Mortenen hana.

Í 1879 fór Jógvan Thomasen, Kvívíks Jógvan nevndur, at føra Slanguna. Ikki minni enn tríggjar ferðir bjargaði hann bátsmanningum úr havsneyð vestan fyri Suðuroynna. Fyri hesi brøgd fekk hann heiðursmerki.

Aftan á Kvívíks Jógvan førdi Einar Berthelsen Slanguna, til hon um heystið 1896 varð seld til Íslands.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival