Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Pól Sundskarð (y)

Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur turrur

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  05.06.2026 - 18:25 Tíðindi Veðrið

Nú er mai 2026 farin um bak, og á Veðurstovu Føroya hava tey gjørt hann upp, hvussu hann royndist hann til veður.

Apríl endaði við góðveðri. Eitt hátrýst lág yvir okkara leiðum, og í Føroyum var gott várveður við lítlum vindi, klárari luft og næstan ongum avfalli. Hetta veðrið var eisini nakrar dagar inn í mai.

Góða hátrýstveðrið helt sær nakrar dagar inn í mai. Nógvar góðar løtur í sólarrisi og sólsetri, sum her leygarmorgunin 2. mai var vestri á Eiðinum í Vági. Tað var eitt lítið lot av útnyrðingi. Tað kølnaði eitt sindur í øllum landinum eftir hetta, og í støðum kavaði eitt sindur. Lambaspræna fingu vit ikki, men eitt sindur av ternusnerti. Mynd: Finn Johannesen.

Eitt máttmikið hátrýst lág yvir øllum Evropa og havinum vestan fyri Evropa. Lágtrýstini sluppu tí ikki eystureftir men vóru verandi við eysturstrondina í USA og fóru norður í økið millum Kanada og Grønland.

 

Nakrar dagar eftir mánaðarskiftið fór hátrýstið yvir Evropa eystureftir, meðan hátrýstið yvir Asorunum stóð í stað. Lágtrýstini slupp at ganga allan vegin ímóti okkum og eysturum í góðar 2 vikur.

Hvítt og vakurt í Havnadali mánamorgunin 4. mai. Tað var liðugt við várlýkkuni, men barometrið var enn høgt, og luftin nokkso klár. Bert spjaddir smábøklar, men eisini onkur størri við kavaavfalli. Dagarnir eftir hetta var skýloftið skiftandi millum smá- ella hálvskýggjað og samdrigið og tjúkk skýggj, sum hingu lágt og høvdu nakað av avfalli við sær, vátakava ella regn. Mynd: Sigurd Andreasen.

So hvørt sum lágtrýstini vóru farin eysturum sunnan fyri Føroyar, varð køld luft drigin norðan av leiðini við Norðpólin ímóti okkum. Hitalagið fór niður um 5 stig, og kavi legðist á fjallatindarnar og eitt sindur omaneftir.

 

Kalda luftrákið helt sær til miðjan mánað og 1-2 dagar afturat. Hátrýstið yvir Asornar viknaði og fór suðureftir, og yvir Evropa var trýstið lágt. Lágtrýstini høvdu frítt at fara eystureftir yvir um Atlantshavið, og tey komu bæði sunnan-, vestan- og norðaneftir ímóti Føroyum. Einki mynstur sást í veðurkortunum. Tey vóru nokkso óruddilig, og brúgvaløgini komu í trolhvørt við annað.

Beint fyri middag fríggjadagin 15. mai royndi sólin at bróta seg ígjøgnum tey tjúkku skýggini, sum hingu lágt sunnan fyri Hattarvík. Eitt lítið lot var av útnyrðingi, hitin var 5 stig. Tað kalda luftrakið hevði ligið í næstan 2 viku, og hægstu fjallatindarnir norðanfyri vóru enn hvítir. Mynd: Marin Gullaksen.

 

Tá ið ein vika var eftir av mai, sást eitt mynstur koma í veðurkortini. Hátrýstið yvir Evropa mentist aftur, og hátrýstið yvir Asorunum kom aftur og mentist. Lágtrýstini fóru at ganga í landnyrðing yvir Ísland ella eitt sindur nærri Grønlandi. Í Føroyum legði ættin seg millum sunnan og vestan, og okkurt brúgvalag fór framvið. Hitalagið fór upp í 10 stig. 

Vit høvdu hátrýstveður nakrar dagar fram ímóti mánaðarskiftinum. Seint seinnapartin týsdagin 26. mai var eitt frískt lot av útsynningi vestri. Á Kirkju var veðrið gott við bláum himli og nógvari sól. Útsynningur er besta ættin á Kirkju, og útsynningur vestan líka góð. Vestfallið er skotið frá, og tað er stilt fram við landi. Mynd: Gurið Lómfelli.

Góða hátrýstveðrið helt sær ikki mánaðin út. Hátrýstið yvir Evropa viknaði aftur, og lágtrýstini kundu aftur ganga beint á okkum.

 

Seinasta vikuskiftið í mai var Norðoyastevna hildin í Klaksvík. Leygarkvøldið rak lýggj luft ímóti okkum sunnaneftir. Vindferðin var minni enn 5 m/s. Komin norður ímóti Føroyum, kølnaði luftin yvir havleiðunum og køldu oyggjunum, og úrslitið var nógvur mjørki. Mynd: Dávur Winther.

 

Vindferð

Tann reyða strikan í miðjuni er miðalvindferðin; tann bláa beint omanfyri vísir hvirlurnar. Í mai fór miðalvindferðin næstan ikki upp um 15 m/s, var fyri tað mesta nakað undir 10 m/s. Mesti vindurin var týsdagin 26. apríl (á føðingardegi kongs), 13-18 m/s (strúkur í vindi upp í skrið), hvirlurnar upp í 24 m/s. Kelda: Veðurstova Føroya.

 

Ætt

Allar ættirnar eru umboðaðar í vindrósuni. Men hann lá tó oftast um útsynning, bert hendinga ferð av beinum suðuri. Kelda: Veðurstova Føroya.

 

Hitin

Miðalhitin í mai var 7,0 stig – mesti og minst máldi hiti vóru 12,3  og -0,4 stig, ávikavist. Miðalhitin tey seinastu 30 árini hevur verið 7,2 stig, so mai í ár var næstan sum hann átti eftir miðaltølunum at døma.

Seinast mai var líka, sum hann er í miðal, var í 1990. Síðan 1905 hevur mai bert verið “vanligur” 5 ferðir. Allar hinar ferðirnar hevur hann verið nakað væl kaldari ella lýggjari.

Nú vit eru í hagtølunum, kunnu vit taka við, at tann kaldasti mai síðan 1875 var í 1979. Tá var miðalhitin 4,7 stig. Tann heitast var í 1954: 9,9 stig. Seinastu 20 árini hevur miðalhitin í mai næstan annaðhvørt verið omanfyri og niðanfyri miðal. 

Hitalagið (tann reyða strikan) var nøkru stig báðumegin 5 stig fyrstu 10 dagarnar, men fór so uppum og lá millum 5 og 10 stig til 20. mai. Eftir tað lá tað nokkso støðugt um tey 10 stigini. Gloppið úr tí reyðu strikuni niður í ta bláu er stórt fyrstu vikuna. Luftin var turr, og lítið var av avfalli – okkurt brúgvallag, men annars ælaveður. Vátastu dagarnir vóru 19. til 24. mai og 29. mai og mánaðin út. Kelda: Veðurstova Føroya.

 

Avfall

Tað regnaði 52,6 mm allan mai mánað í ár. Hetta er nakað minni enn miðaltalið fyri tey seinastu 30 árini (1995 – 2025), sum er 68,4 mm. Seinastu 20 árini hevur mai 15 ferðir verið turrari enn miðal.  

Fara vit heilt aftur til 1875 at leita eftir turrasta maimánað, var hann í 1968. Tá duttu bert 13 mm av regni niður. Metið fyri vátasta mai mánað var í 1888 og í 2011: 166 mm! – meiri enn 4 ferðir meira regn enn í mai í ár.

Nógvir dagar við lítlum avfalli – mest ælaveður. 9-10 dagar var turt í Havn. 17. mai dag regnaði illa, eisini 28. og 30. Vátasta samanhangandi tíðarskeiðið var seinasta vikuskifti – á Norðoyastevnu. Kelda: Veðurstova Føroya.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…