Lýsing
Lýsing
Lýsing

Amnesty opið hús á mentanarnáttini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.06.2026 - 13:07 Mentan Tíðindi

Amnesty Føroyar bjóðar til opið hús í Bøgøtu 15 á mentanarnáttini. Vit bjóða ein leskiligan “rights cream soda” við sitrónsodavatni frá Føroya Bjór og ísi frá Omaná. Vit hava verið í plakatgoymsluni og funnið fram nógvar flottar og hugtakandi eldri plakatir, ið vit seta til sølu. Flestu teirra eru bert eitt eintak av.

 

Nýggir limir kunnu tekna seg og fáa vøkru plakatina, ið Hansina Iversen hevur myndprýtt til 60 ára dagin hjá Amnesty í fjør.

Harafturat selja vit vælkendu Amnesty ljósini og aðrar lutir, ið stuðla mannarættindaarbeiðinum. Afturat plakatunum eru nøkur eintøk av poesirøðuni fyri fólkinum í Gaza eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger, og litríka barnarættindaplakatin eftir Lenu Nicolajsen.

Eisini skriva vit fyri Hassan El Sayed úr Keypmannahavn, ið í fleiri mánaðir hevur verið fongslaður í tiltikna 10th of Ramadan-fongslinum í Egyptalandi. 60 ára gamli familjumaðurin av Nørrebro er ákærdur fyri “at fara upp í yvirgangsbólk”, men Amnesty heldur, at lítli leiklutur hansara sum kopiskur kristin prestur í einum filmi, sum hartar egyptiska stýrið, er orsøkin.

Opið er frá klokkan 17 til 21, og vit vóna at nógv fólk koma á gátt!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum