Vinnulívsráðið í Klaksvík aðalfund
Í gjár var boðað til aðalfund hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík, sum var í Varpinum
Formansfrágreiðing, roknskapur fyri 2025, nevndarval og áseting av limagjaldi vóru sambært reglugerð á skrá
Í nevndini sita:
Rannvá Isaksen, forkvinna
Frimodt Rasmussen, næstformaður
Elsubeth Poulsen, kassameistari
Heini Hansen, nevndarlimur
Rani Nolsøe, nevndarlimur
Rannvá og Frimodt stóðu fyri vali, og blivu bæði afturvald.
Aftaná helt kendi sjónvarpsmaðurin, tíðindamaðurin og rithøvundin, Anders Lund Madsen, sum vit eisini kenna frá sjónvarpssendingum úr Fugloy, eitt heldur skemtiligt upplegg ella fyrilestur við skjótt fallandi orðum og hópin av myndum við støði í degnum 2. juni.
M..a. greiddi hann frá – við eini vakrari mynd úr Hattarvík, at júst 2. juni í 1935 hendi absalut einki í Hattarvík. So legði hann afturat, at tað akkurát tað ferðavinnan vil hava – At kunna njóta friðin – vera í friði og náðum, har einki hendir!
Anders dugir at gera fløkjaslig og álvarsom mál atkomilig, skemtilig og tankavekjandi við sínum beinrakna, skeiva og óvæntaða sjónarhátti.
Við ráum, beinraknum og ramsøltum orðalagi – skjótt gangandi orðafloymi, royndi hann at koma við síni uppskrift uppá eitt lætt og ómakaleyst lív – uttan ótta fyri nøkrum.
Ein av ”undarligu uppskriftunum” var, at gera so lítið, sum gjørligt. Eitt annað var ikki at taka synd í sær sjálvum, tí tað er altíð onkur annar, sum hevur tað verri, enn tú.
Hann hevði eina bók við sær, sum æt Anders Lund Madsens ÆØÅ
Talan er um eina orðabók - ein ”bestseller”, sum longu er vorðin klassikari indan orðabøkur - við 200 nýggjum orðum!
Hon greiðir frá lutum og hugtøkum, sum orð ikki finnast fyri. Og eisini øllum teimum orðum, sum lutir ikki finnast fyri.
Hesa bók kundi tú vinna, um tú gitti ein mimuleik, hann framførdi. Hepni vinnarin gjørdist, Magni Thomsen, sum arbeiðir á Íverksetarahúsinum. So helst fær hann okkurt áhugavert at brúka frálíku og serstøku bókina til.