Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroyska manning

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  02.06.2026 - 15:34 Tíðindaskriv

Skattaafturberingin til skipini í FAS eigur at lagast eftir, hvussu stórur partur av manningini er føroyskur, heldur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum

 

Jacob Vestergaad, landsstýrismaður í vinnumálum, segði við útvarpið leygardagin, at hann ikki ætlar nakra broyting í ásetingunum í FAS-lógini, sum loyva útlendskum sáttmálum. Men tað, sum hevur størst týdning, er ikki at broyta FAS-lóggávuna, men skattalógina, heldur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

- Tað er ikki rætt, at Føroya Altjóða Skipaskrá, FAS, bara skal vera eitt sjálvtøkuborð hjá reiðaríunum. Meiningin má vera, at skipanin tænir øllum samfelagnum og ikki minst okkara sjófólki. Tí mugu vit hava eina skipan, ið lønar reiðaríum, sum leggja seg eftir at hava føroyska manning. Upp á sama máta, sum tey til dømis gera við DIS í Danmark, har tað loysir seg betur skattliga hjá reiðaríunum at hava danir umborð – tess størri danski parturin av manningini er, tess størri er skattafyrimunurin hjá reiðarínum. Vit kunnu gera nakað líknandi, men legg til merkis, at tað er í skattalógini og ikki FAS-lóggávuni, at tað skal gerast, sigur hann.

Formaðurin mælir tí til, at skattalógin verður broytt soleiðis, at støddin á skattaafturberingini til skip í FAS-skipanini fylgir lutfallinum millum føroyska og útlendska manning.

– Allarbest var sjálvandi, um afturberingin av skattinum hjá útlendsku manningini varð null. Tað hevði av álvara eggjað reiðaríunum at brúkt føroyska manning, tí skattafyrimunurin hevði blivið størri, og sáttmálaviðurskiftini hjá føroysku manningini eru jú greið, so tað hevði eisini bundið fyri trupulleikan við útlendskari manning, sum kanska verður sett eftir ivasomum sáttmálum í dag, sigur Arnfinn Bech.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…