Lýsing
Lýsing
Lýsing

ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru veruligu loysnirnar?

SKRIVAÐ: Johan Carl Dam  |  02.06.2026 - 04:18 Lesarabrøv Politikkur

Seinastu tíðina hava vit sæð tvey uppskot frá landsstýrinum: MVG-frítøku á bensin og diesel og leigustuðul. Felags fyri bæði uppskotini er, at tey geva eina kenslu av handling, men loysa ikki trupulleikarnar, sum Føroyar stríðast við. At strika MVG á bensin og diesel í tríggjar mánaðir er ein dýr gáva til øll – eisini tey, sum hava størstu inntøkurnar og brúka mest brennievni. Tá stuðulin fer úr gildi, eru vit framvegis bundin at einum ótryggum oljumarknaði.

 



Somuleiðis er leigustuðul ein skeiv raðfesting í einum samfelagi við álvarsligum bústaðartroti. Tá ov fáir bústaðir eru tøkir, er vandin stórur fyri, at stuðulin endar í lummanum hjá útleigarum gjøgnum hægri leigur heldur enn hjá teimum, sum stríðast við at fáa endarnar at røkka saman. Í staðin fyri at brúka almennar pengar upp á fyribils stuðulsskipanir eigur landsstýrið at taka rótina til trupulleikarnar í álvara. 


Hví verður ikki tosað um átøk móti bústaðarspekulatión? Hví verður ikki hugt at einum ognarskatti á triðja, fjórða og fimta bústað? Hví skal tað vera møguligt hjá fáum at savna saman fleiri bústaðir sum íløgur, meðan ung og vanligar familjur hava ilt við at sleppa inn á marknaðin? 


Føroyar hava tørv á fleiri bústøðum og málrættaðum hjálparskipanum til tey, sum hava størstan tørv – ikki fyribils gávum, sum hvørki loysa bústaðarkreppuna ella orkukreppuna. Politikkur eigur at snúgva seg um at loysa trupulleikar – ikki um at keypa sær popularitet við skattapengum

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…