Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj app hjálpir tær at leggja av

SKRIVAÐ: Heilsustýrið  |  01.06.2026 - 17:21 Tíðindaskriv

Vilt tú fegin leggja av at roykja ella brúka nikotin? Við nýggju appini, Legg av, verður tað eitt sindur lættari at sleppa ringa vananum. Í gjár, 31. mai, var altjóða royk- og nikotinfríur dagur, og í hesum sambandi leggja Heilsustýrið og Krabbameinsfelagið nú fram nýggja app, sum skal eggja og stuðla fólki í at leggja av.

 

Tøl fyri royking og nikotinnýtslu í Føroyum vísa eina óhepna gongd. Fólkaheilsukanningin Hvussu hevur tú tað? frá 2023 vísir, at 18 % av føroyingum roykja dagliga, og tað er ein nógv størri partur enn í hinum Norðurlondunum. Samstundis eru innflutningstølini fyri snús- og nikotinposar fleirfaldað eftir fáum árum. Tøl frá somu kanning vísa tó eisini, at fólk fegin vilja leggja av, tí heili 85 % av teimum, sum roykja dagliga, siga seg vilja gevast.

  

– Royking er tann einstaka orsøkin, sum hevur størst negativa ávirkan á heilsuna hjá fólki, men eisini nikotin kann hava álvarsligar avleiðingar á eitt nú hjartaæðralagið, fruktbærið, nýruni og sálarheilsuna. Stóra nýtslan av snúsi millum ung er ein sera vandamikil gongd, tí ungi heilin er ógvuliga viðkvæmur fyri ávirkanini av nikotini, sigur Noomi O. Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum. Hon fegnast tí um, at nýggja appin nú er tøk, og vónar, at hon kann hjálpa teimum mongu, sum vilja leggja av.

 

Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, tekur undir við henni:

- Appin er eitt amboð, sum kann hjálpa fólki lætt og skipað at leggja av. Tað er trupult at gevast, men við røttum stuðli og góðum amboðum er leiðin nógv lættari. Hetta er eitt gott stig á leiðini at fáa betri heilsu og sunnari gerandisdag, og vit vóna, at nógv fara at fáa gagn av hesum nýggja møguleikanum.

 

Appin stuðlar tær allan vegin

Gransking vísir, at tað er lættari at leggja av at roykja og brúka nikotin, um tú fært serkøna hjálp. Nýggja appin er ment saman við serfrøðingum innan fyribyrging og er lagað til tørvin hjá tí einstaka.

Legg av er brúkaravinalig og hjálpir á øllum stigum í royki- og nikotinsteðginum við miðvísum samskifti og vegleiðing. Appin hevur tvey spor – eitt til roykjarar og eitt til nikotinbrúkarar.

 

Við appini fært tú millum annað:

 

Daglig boð við stuðli og motivatión fyrstu tíðina.
Varðar á vegnum, sum vísa tíni framstig og halda teg í gongd.
Vitan um ávirkan á kropp og sinn, so tú skilir, hvat hendir.
Ráð og hjálp, tá tú fært avbjóðingum ella hevur ein truplan dag.
Yvirlit yvir tínar sparingar, so tú sært, hvussu nógv, tú hevur vunnið – bæði fíggjarliga og heilsuliga.
 

Tað er Kræftens Bekæmpelse í Danmark, sum upprunaliga hevur ment væleydnaðu appina saman við serfrøðingum. Heilsustýrið hevur staðið fyri at týða og laga tilfarið til føroysk viðurskifti.

 

Appin er tøk á www.leggav.fo

 

Heilsustýrið og Krabbameinsfelagið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu
Fiski­vinnan bleiv javnstillað við aðrar…
Flogbóltslands­liðið við monnum til Norðu…
"Súkklukapping á Norð­oyarstevnu 2026
Nýtt lag við Starlight
Tøkk
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu