Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders Lund Madsen

SKRIVAÐ: Vinnulívsráðið í Klaksvík  |  02.06.2026 - 13:45 Tíðindaskriv Vinna

Týsdagin 2. juni verður ársaðalfundur Vinnulívsráðsins í Varpinum og byrjar kl 19.00

 

Fundurin verður hildin sambært viðtøkum ráðsins.

Eftir aðalfundin verður fyrilestur við kenda tíðindamanninum og frásøgumanninum, Anders Lund Madsen, sum dugir at gera fløkjaslig og álvarsom evni atkomilig, skemtilig og tankavekjandi við sínum beinrakna og óvæntaða sjónarhátti.

Hetta verður ein øðrvísi uppliving, har álvari og gaman ganga hond í hond.

 

Um fyrilesturin:

Hetta kann ikki miseydnast

Í eini tíð, har nógv kennist óvist, og fólk leita eftir svari uppá, hvar tey skulu venda sær, og hvørjum, tey skulu stríðast ímóti, kemur tað væl við, at onkur av og á hevur eitt svar, sum ikki er trupult at skilja.

Anders Lund Madsen er tíðindamaður, menniskjakennari og hevur ídnan áhuga fyri laksi, jomfrúhummarum og sardinum. Hann hevur heili trý einføld – men serstakliga greið – svar, sum hann í hesum fyrilestri lutar við áhoyrararnar.

Við ráum, beinraknum og ramsøltum orðalagi kemur hann við síni uppskrift upp á eitt lætt og ómakaleyst lív – uttan ótta fyri nøkrum.

Fyrilesturin varir á leið ein tíma.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…