Lýsing
Lýsing
Lýsing

EB styrkir SMS-hópin og venjaratoymið við Mariu Fisker Stokholm

SKRIVAÐ: Jóhann  |  20.05.2026 - 17:48 Tíðindaskriv

Eiðis Bóltfelag hevur gjørt avtalu við 35 ára gomlu Mariu Fisker Stokholm fyri tey komandi tvey kappingarárini. Maria fer bæði at virka sum leikari og venjari.

 

Maria kemur úr Viborg HK, har hon júst hevur endað eina framúrskarandi yrkisleið á hægsta stigi.

Hon hevur spælt 100 dystir fyri danska kvinnulandsliðið, skorað heili 250 mál og vann HM-bronsu í 2013.

Tey 22 seinastu árðini hevur Maria umboðað Viborg HK, Randers HK og CSM București, harav tilsamans 15 ár við Viborg HK. Maria hevur ómetaliga drúgvar og úrslitagóðar royndir. Hon hevur verið við til at vinna heimlig meistaraheitir, steypakappingar, EHF Cup, EHF Cup Winners’ Cup, umframt tvinnar sigrar í EHF Champions League.

Harvið verður hettar eitt av størstu nøvnunum, sum kemur til Føroyar fyri at vera
partur av hondbóltsumhvørvinum. So seint sum farna vikuskifti spældi hon við Viborg HK EHF European League Final 4, har tær vunnu bronsu.

Maria, Jeppe og teirra tríggir synir flyta til Eiðis í summar, har tey gleða seg til at gerast partur av lokalsamfelagnum. EB heitir á øll um at taka væl ímóti teimum, og hjálpa teimum at fella væl til á Eiði og í felagnum.

Sjálv sigur Maria at hon og hennara familja gleða seg sera nógv til at koma til Eiðis og EB. Eg gleði meg til at blíva partur av hopinum og venjara toyminum. Eg eru sikkur í, at EB er tað rætta staði fyri meg og okkum sum familju.

Umframt at spæla fer Maria at byrja sína yrkisleið sum venjari. Hon verður partur av venjaratoyminum hjá EB. Saman við høvuðsvenjaranum í felagnum, Kristinn Guðmundsson fer hon at skipa virksemið og leggja ætlanir fyri menningina hjá
okkara ungdómsleikarum.

Vit í EB eru bæði fegin og errin um, at Maria hevur valt EB og vit eru vís í, at hon kemur at styrkja munandi um okkara unga hóp.

Vit ynskja Mariu við familju hjartaliga vælkomin í Eiðis Bóltfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…